Fara at halda eyga við um fólk lurta eftir Jenisi av Rana

Enn er tað ov tíðlig at siga nakað um tað, men tey fara at fylgja væl við

Hesa næstu tíðina fara myndugleikarnir at fylgja við um útsøgnin hjá Jenisi av Rana hevur fingið nakrar avleiðingar. Tað siga tey í Heilsuverkinum eftir at Jenis av Rana, landsstýrismaður, og lækni, kunngjørdi fyri almenninginum í fyrradagin, at hann fer ikki at koppseta seg fyri koronu tí enn er ov stór óvissa um, hvussu trygt koppingarevnið er.

 

Hetta hevur vakt ans og bæði einstakir læknar, og eisini Læknafelag Føroya, hava átalað útsøgnina hjá landsstýrismanninum og hava tikið frástøðu frá henni.

 

Men samstundis hava læknar stúrt fyri, at hetta kann fáa avleiðingar fyri arbeiðið at koppseta føroyingar fyri koronu, tí tað kann henda seg, at fólk í stórum tali fara at lurta eftir Jenisi av Rana og ikki vilja koppseta seg.

 

Tey siga, at enn er ov tíðliga at siga nakað um tað, men fyribils klikka bíleggingar inn á skipanina akkurát, sum vant. Í Heilsuverkinum halda tey eisini, at enn er tað alt ov tíðliga at siga nakað ávíst um, hvørjar avleiðingar útsøgnin hjá landsstýrismanninum hevur fingið, men tey siga, at tey fara at fylgja væl við hesa næstu tíðina.

 

Annars staðfesta tey, at taka vit tey yvir 55 ár, havayvir 80 prosent av fólkinum tikið av møguleikanum og fyribils er eingin ábending um, at undirtøkan hjá teimum yngru aldursbólkunum, er minni.

 

Tummas í Garði, limur í koppingarbólkinum sigur, at tað er so at siga hvørja ferð, at eitt koppingarevnið kemur fram, taka ymsar samansvørjingar seg upp um, hvussu vandamikil tað er.

 

Í løtuni eru tað fólk, sum eru 45 ár, og eldri, sum kunnu verða koppsett, men tey, sum eru ímillum 40 og 44 kunnu eisini skriva seg upp, og eru onkrir skamtir til avlops, kann tað vera, at telefonin ringir.

 

Tølini vísa, at higartil hava 19.153 fólk fingið fyrru sproytuna, tað eru 36 prosent av fólkatalinum. Samstundis hava 7.824 fólk eisini fingið seinnu sproytuna og sostatt eru liðugt at koppseta 14,7 prosent av fólkinum. Men nú eru 6.800 skamtir komnir afturat, so nú eru tey farin undir at koppeta enn fleiri.