Fara at minna aftur á tey brekaðu


Stórur tørvur er á einum tilhaldi hjá brekaðum í Eysturoynni, har ein stórur partur av okkara brekaðu búgva. Í løtuni eru eingi tilboð, men politikararnir hava onga bráfeingisloysn loysn. Fyrireikararnir fara at taka málini uppaftur seinni

Stefan í Skorini


Leygardagin varð skipað fyri pallborðsfundi í Norðurlandahúsinum. Kjakast varð um korini hjá teimum brekaðu í Føroyum, sum mangan detta burturmillum.

Fleiri enn hundrað fólk vórðu savnað um pallborðið. Tey sum mannaðu borðið vóru Doris Hansen fyri MBF, Turid Askham sum umboð fyri foreldrini, Tórbjørn Jakobsen landsstýrismaður við undirvísingar- og mentamálum, Helena Dam á Neystabø landsstýrismaður við almanna- og heilsumálum, Rúna Sivertsen løgtingskvinna og Petra Joensen stjóri á Almannastovuni.

Fyrireikararnir løgdu politikarunum eina við, at tiltakið verður fylgt upp seinni.


Gongur striltið í Eysturoynni

Hvør limur í panelinum hevði eitt innlegg á seks minuttir, har tey gjørdu sínar metingar á økinum. Síðani var frítt orðaskifti. Áhoyrararnir kundu seta pallborðinum spurningar.

Eitt mál, sum nógv varð tosað um, var viðurskiftini hjá teimum brekaðu í Eysturoynni, har lutfalsliga nógv brekað eru. Foreldur saman við kommunum royna í løtuni at fáa ein stovn upp á beinini, men vantandi heimildir hava forðað hesum arbeiðnum, og tí er einki hent enn tí viðvíkjandi. Politikararnir kundu bara geva lyfti um at fáa viðurskiftini í rættlag um eitt ár, men tað hildu foreldrini verða og long tíð at bíða.

Helena Dam á Neystabø segði á fundinum, at ein arbeiðsbólkur er settur at fáa í lag eina heildarráðgeving fyri foreldur at brekaðum fyri árslok 2001.

Turid Askham legði tvey uppskot fram á fundinum. Hon setti ynski fram vegna foreldur at børnum, sum eru á Sernámsdeplinum ella á Trøðni, at foreldrini fáa eitt umboð í skipanina fyri at teirra ynski eisini kunnu verða hoyrd.

Eisini skeyt hon upp, at foreldur kunnu sleppa at royna hjálpartólini á Hjálpartólamiðstøðini. Í hesi royndartíðini kunnu tey staðfesta, um hetta hjálpir teirra barni.


Lógirnar skulu út á netið

Foreldrini heittu á stjóran á Almannastovuni um at leggja allar kærur og úrskurðir av hesum kærum út á internetið. Hetta kann lætta munandi um hjá fleiri foreldrum, tá tey hava í hyggju at senda eina kæru inn. Eisini er neyðugt at leggja tær reglur út, sum Almannastovan arbeiðir eftir í slíkum málum.

Rúna Sivertsen setti fram uppskot í sambandi við stovnar, har brekað halda til. Foreldur eiga at kunna søkja um eitt ávíst dagatal fyri børnini, um tey ikki hava tørv á ansing hvønn dag. Fleiri foreldur kenna seg noydd at søkja um fult pláss, tí annars kunnu tey at enda standa við ongum. Við hesum ber eisini til at spara fleiri pláss á stovnunum.

Eisini kom fram at fleiri sakna tann fjálga og trygga barnagarðin á Trøðni, sum hann var fyrr. Tað hepnast ikki eins væl hjá øllum brekaðum børnum at koma í umhvørvið hjá frískum børnum. Tí skuldi møguleikin enn verið opin hjá teimum, sum ynskja tað, at seta børnini í barnagarð á Sernámsdeplinum.


Fara at fylgja upp

Lítið ítøkiligt kom burturúr fundinum, men stýrisbólkurin, sum hevur fyrireikað fundin, var sum heild sera væl nøgdur við tiltakið.

Stýrisbólkurin hevur ætlanir um at fylgja hesum upp, so forðað verður fyri at hetta fer í gloymibókina aftur. Tey fara at minna politikararnar aftur á trupulleikar hjá brekaðum í Føroyum.

Annars var pallborðsfundurin ikki tað einasta, sum var á skránni henda dagin. Fyri stuttum varð ein sangkapping útskrivað, og burturúr tí er ein fløga komin. Á konsert seinni um kvøldið vórðu sangirnir á fløguni spældir, og fløgan kundi fáast til keyps.


Myndatekstur: Pallborðið fekk fleiri góðar spurningar frá foreldrunum. Frá vinstru eru tað Tórbjørn Jakobsen, Rúna Sivertsen, Helena Dam á Neystabø, Petra Joensen, Turid Askham og Doris Hansen Mynd: Jan Müller


Myndatekstur: Fyrireikararnir vóru sum heild væl nøgdir við tiltakið leygardagin, og heilt fitt at fólki varð komið saman í Klingruni Mynd: Jan Müller