- Satan var tónleikameistarin í himlinum, so tað er onki undarligt í hesum, at Elton John dugir sera væl at syngja og spæla. Eg haldi ikki at vit eiga at fara til konsertina. Soleiðis sigur Imme Dam við Dimmalætting í dag, um orsøkina til at hann í gjár fráráddi teimum møttu á møti at fara til konsert hjá Elton John.
Imme Dam nevndi ongantíð navnið á Elton John, men sjálvur sigur Imme Dam við Dimmalætting, at eingin ivi er um, at tað er samkyndu heimsstjørnuna, hann meinar við.
Tað er eisini júst tað, at Elton John er samkyndur, opið livir saman við einum mannfólki og hevur eitt útsvevandi lív, sum ger at Imme Dam vildi fráráða øllum í Ebenezer at fara til konsert hjá Elton John á Tórsvølli í hesum mánaðinum.
- Satan var tónleikameistarin í himlinum, so tað er onki undarligt í hesum, at Elton John dugir sera væl at syngja og spæla. Eg haldi ikki at vit eiga at fara til konsertina í Havn, sigur Imme Dam við Dimmalætting.
Dimmalætting tosar eisini við aðrar samkomuleiðarar, men stemningurin er ikki tann sami millum allar samkomurnar. Jógvan Zachariassen, leiðari í Lívdini, sigur at Gud hevur givið júst Elton John so góðar gávur, at tað fara tey at lurta eftir.
Ein av fyriskiparunum sigur eisini við Dimmalætting, at tað er óheppið at hetta kemur fram í einari røðu í Ebenezer, og at hann helt bara at vit vóru komin eitt sindur longri enn at virka so dømandi, sum eftir øllum at døma verður gjørt í hesum máli.