Farodane keypt VIT og in.fo

KT fyritøkurnar VIT og in.fo vórðu fríggjadagin báðar tvær uppkeyptar av Farodane, ið eftir hondini hevur eitt breitt virksemi, millum annað innan KT.

Ein tann mest lovandi føroyska fyritøkan innan kunningartøkni, trý ára gamla VIT, varð uppkeypt av Farodane fríggjadagin.

Við í keypinum fylgdi eisini internetfyritøkan in.fo, ið hevur ment og rikið internetportalin við sama navnið síðan fyrst í mei mánað í ár. Eigararnir handan in.fo eru at kalla teir somu sum standa aftan fyri VIT.

Sum vera man ber ikki til at fáa uppspurt hvat fyritøkurnar báðar hava kostað Farodane, men helst er talan um ein rættiliga góðan prís.

Ólavur Olsen, stjóri á Farodane, sigur, at keypið av VIT og in.fo fyrst og fremst umfatar keypið av teirri vitan, sum starvsfókini liggja inni við. Harnæst hevur VIT góð viðskiftafólk og eitt navn, sum er rættiliga kent og virt.

Ætlanin er, at fyritøkurnar VIT og in.fo skulu halda áfram at koyra sum sjálvstøðugar fyritøkur í hvussu er fyribils.


Sama virkisøki

Fyritøkan VIT fæst í høvuðsheitum við tríggjar vinnugreinir innan KT vinnuna. Hesar eru skeiðtænasta, netumsitingartænasta og framleiðsla av ymsum software so sum webloysnum og serforritum.

Hetta eru allar vinnugreinar, sum Farodane longu fæst við, og tí slepst ikki undan at umskipa virksemið í fyritøkununum báðum eftir keypið.

Ólavur Olsen, stjóri á Farodane, væntar at millum annað skeiðtænastan hjá Farodane, ið kallast Kvasir, og skeiðtænastan hjá VIT helst verða lagdar saman í eitt um ikki so langa tíð.

Fyrst skal tó alt fáast frá hondini, sum VIT hevur á skránni restina av árinum.


Farodane breiðir seg

Ólavur Ellefsen var stjóri og høvuðspartaeigari í VIT og in.fo. Hansara partur er allur seldur til Farodane, og hann er tískil púra leysur av báðum fyritøkunum nú.

Nýggjur stjóri á VIT er Óli Olsen, sum higartil hevur verið leiðari sokallaðu menningardeildini hjá VIT.

Eftir søluna eru eigaraviðurskiftini í VIT soleiðis, at starvsfólkið á fyritøkuni eigur tilsamans 20 prosent av partapeninginum, meðan Farodane eigur hini 80 prosentini.

Fyri tveimum árum síðan keypti Farodane helvtina av KT fyritøkuni Vision Software, og fyrst í hálvfemsunum varð T-Mac, ið fyrst og fremst seldi teldur og kopimaskinur, keypt og integrerað í Farodane.rt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.

Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.


Undirhaldandi

Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.

Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.

Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.

Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.

Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.


HB-NSÍ 2-5 (1-2)

1-0: Pætur Dahl 5.

1-1: Dánjal Hansen 30.

1-2: Sjúrður Jacobsen 44.

2-2: Bárður Mortansson 51.

2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.

2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.

2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen