Í 1. deild hendi einki óvæntað. Tey fýra liðini, ið hava ligið fremst allan veturin, hildu støðuna og skulu í mai mánaða til Klaksvíkar at leika finalu umfar um FM heitið. Liðini hava í finalu umfarinum helvtina av innanhýsisstigunum við sær.
Størri var spenningurin í 2. deild. Tá seinasta stikk var tikið í Bridgehúsinum sunnukvøldið var greitt, at liðið hjá Jórun Johannesen hevði vunnið 2. deild, og sostatt er flutt upp í 1. deild komandi ár. Tey vunnu í síðsta enda við hampuliga stórum muni, men spenningurin var stórur til tað síðsta. Hvat lið flytir upp í 1. deild saman við Jórun verður avgjørt í Klaksvík í mai, tá tey bæði aftastu liðini í 1. deild í bólki saman við nr 2 og 3 í 2. deild skulu leika um hitt uppflytingarplássið.
Úrslit og støður:
Bridgehúsið Tórshavn
Umfar 7 Fríggjadag 1. mars kl 19.30
1.deild
Allan Dal Christiansen ? Jóna Grunnveit21-09
Símin Lassaberg ? Junior Buss Taxa14-16
Hanus Bærentsen ? Carl Mikkelsen06-24
2.deild
Hallur Ellingsgaard ? Danny Transport20-10
Øssur Winthereig ? Jórun Johannesen08-22
Eyðun Jakobsen ? Hans Egil Joensen04-25
John Reid Skoralíð ? Álvur Klakk07-23
Umfar 8 Leygardag 2. mars Kl 10.00
1.deild
Carl Mikkelsen ? Allan Dal-Christiansen13-17
Junior Buss Taxa ? Jóna Grunnveit19-11
Símin Lassaberg ? Hanus Bærentsen19-11
2.deild
John Reid Skoralíð ? Hallur Ellingsgaard18-12
Hans Egil Joensen ? Øssur Winthereig14-16
Álvur Klakk ? Danny Transport20-10
Eyðun Jakobsen ? Jórun Johannesen05-25
Hallur Ellingsgaard ? Hans Egil Joensen14-16
Øssur Winthereig ? Álvur Klakk09-21
Danny Transport ? Eyðun Jakobsen15-15
Jórun Johannesen ? John Reid Skoralíð19-11
Umfar 9 Leygardag 3. mars kl 14.50
1.deild
Allan Dal-Christiansen ? Símin Lassaberg14-16
Hanus Bærentsen ? Junior Buss Taxa12-18
Jóna Grunnveit ? Carl Mikkelsen04-25
2.deild
Álvur Klakk ? Hallur Ellingsgaard13-17
Eyðun Jakobsen ? Øssur Winthereig07-23
John Reid Skoralíð ? Danny Transport16-14
Hans Egil Joensen ? Jórun Johannesen13-17
Hallur Ellingsgaard ? Eyðun Jakobsen14-16
Øssur Winthereig ? John Reid Skoralíð22-08
Danny Transport ? Hans Egil Joensen08-22
Jórun Johannesen ? Álvur Klakk13-17
Umfar 10 Sunnudag 3. mars kl 14.00
1.deild
Junior Buss Taxa ? Allan Dal-Christiansen18-12
Carl Mikkelsen ? Símin Lassaberg02-25
Jóna Grunnveit ? Hanus Bærentsen23-07
2.deild
Øssur Winthereig ? Hallur Ellingsgaard07-23
Jórun Johannesen ? Danny Transport07-23
Hans Egil Joensen ? John Reid Skoralíð18-12
Eyðun Jakobsen ? Álvur Klakk08-22
Hallur Ellingsgaard ? Jórun Johannesen12-18
Danny Transport ? Øssur Winthereig15-15
John Reid Skoralíð ? Eyðun Jakobsen13-17
Álvur Klakk ? Hans Egil Joensen20-10
Danny Transport ? Hallur Ellingsgaard14-16
Jórun Johannesen ? Øssur Winthereig17-13
Hans Egil Joensen ? Eyðun Jakobsen19-11
Álvur Klakk ? John Reid Skoralíð19-11
Endaliga støðan
1. deild
1Allan Dal-Christiansen191
2Símin Lassaberg188
3Junior Buss Taxa176
4Carl Mikkelsen139
5Jóna Grunnveit95
6Hanus Bærentsen87
Støðan 1. deild
í innanhýsis hálveraðum stigum
1Símin Lassaberg48,5
2Allan Dal-Christiansen48
3Junior Buss Taxa48
4Carl Mikkelsen31,5
Endaliga støðan
2. deild
1Jórun Johannesen260
2Hans Egil Joensen241
3Øssur Winthereig227
4Álvur Klakk226
5Hallur Ellingsgaard226
6Danny Transport198
7Eyðun Jakobsen151
8John Reid Skoralíð145
Liðini, sum skulu spæla um eitt uppflytingarpláss eru:
Jóna Grunnveit, Hanus Bærentsen, Hans Egil Joensen og Øssur Winthereig
Spøl
Vit skulu síggja tvey spøl frá vikuskiftinum. Í báðum spølunum síggja vit, hvat hendir við borðini har Junior Buss Taxa er annar parturin.
Í hesum fyrra spælinum hittast Junior Buss Taxa og Símin Lassaberg.
E/AK543
7
Q10764
1085
QJ986A7
Q10863
K85AJ32
K62AQJ3
102
AKJ9542
9
974
VNES
Árni
DamHans J.
PetersenSímin
LassabergArnbjørn
Sivertsen
--1utpass
2hjpass2sppass
3utpasspasspass
Útspæl: hjA
EV fingu frið at melda og komu í ta natúrligu kontraktina, 3ut. 2hj var flytimeld til spaðara, og við 3ut vísti Árni, at hann hevði 5 lit í spaðara.
Tað undrar kanska onkran, hví Sunnan ikki meldaði inn í hjartara. Við hini borðini meldaði Sunnan eisini inn, men so komu EV ikki í 3ut. Ein vanlig kontrakt var 4sp, sum vinnur við teimum røttu klípingunum.
Sunnan skuldi nú spæla út ímóti 3ut, og tú kanst helst gita, hvat hann spældi út. Ja, hjA tók fyrsta stikk, og hann steðgaði ikki, fyrr enn hann hevði tikið sjey stikk, so kontraktin fór tríggjar niður.
Spælið gav liðnum hjá Junior Buss Taxa 3 imp. Við hitt borðið, har EV komu í 4sp, hevði Vestan fingið skeiva frágreiðing um merkingina av innmeldinum 2hj. Hetta ørkymlaði hann so mikið, at hann spældi kontraktina tveir niður. Sera óheppið, tí við vanligari spælføring vinnur 4sp lættliga.
Í tí seinna spælinum eru Junior Buss Taxa og liðið hjá Allan Dal-Christiansen í brókatøkum.
S/NSQ
AK97
KJ10753
J7
A874K10953
10836
2Q84
AK542Q1093
J62
QJ542
A96
86
VNES
Arnbjørn
SivertsenHeðin
MouritsenHans J.
PetersenJóannes
Mouritsen
---2hj
pass4hjpasspass
pass
Útspæl: klK
Jóannes pressaði sitrónina við 2hj. Hart meldað við vánaligum 5 liti einsamallur í hættu. Vestan hevur eitt sera torført meld eftir 2hj. Upplýsingardupling við minimum kemur ikki upp á tal við einari singleton í ómeldaðum liti (rútara), og kleyvaraliturin er heldur veikur, so best mundi vera at melda pass og bíða til makkarin upplýsingarduplaði. Men Norðan meldaði 4hj, og so vóru EV sperraðir úti. Við eitt sindur av hjálp frá mótspælinum - single rútari varð spældur í øðrum stikki, vann Jóannes lættliga kontraktina.
Við hitt borðið helt Rói ikki, at hondin hjá Sunnan var tann rætta at sperra við. EV sluppu inn í meldingarnar og komu í 4sp, sum vórðu duplaðir. Mótspælið fekk trý stikk, og liðið hjá Allani fingu ein rimmar dupult-dekkara, sum gav 16 imp.
Semi-finala fyri pør
Tann næsta kappingin hjá FBS, FM semifinala fyri pør, verður leygardagin 16. mars kl 13.00 í Bridgehúsinum í Havn. Til hesa kappingina er frí tilmelding. Har verða spæld millum 50 og 75 spøl alt eftir, hvussu nógv pør tekna seg.
FM finalan fyri pør verður leygardagin 20. apríl. Kappingarleiðarin hjá FBS metir, at umleið helvtin av pørunum í semifinaluni koma víðari í finaluna.
Spæligjaldið til semifinaluna er 75 kr fyri hvønn spælara.
FM kvinnur
Hendan kappingin, sum upprunaliga skuldi verið spæld 17. mars, er útsett til einaferð í mai mánaða. Avgjørt er ikki enn, hvønn dag kappingin verður, men hon verður sama vikuskifti sum tann útsetta FM kappingin fyri veteranar. Vit frætta meir um hetta, so skjótt nakað nýtt er.
Opið hús
Bridgehúsið hevur opið hús hvønn sunnudag. Byrjað verður nú at spæla kl 15 í staðin fyri kl 14. Spæligjaldið, ið kemur inn, fer til at stuðla EM landsliðnum.