Faxe Kondi: StÍF hevur ein lítlan fyrimun til seinnu hálvfinaluna

Strandingar vunnu 29-27 í fyrru Faxe Kondi hálvfinaluni móti kollfirðingum

Tvey mál eru ikki nógv í hondbólti, men tey kunnu fara at vísa seg at gera mun í Kollafirði komandi sunnudag klokkan 16, tá KÍF og StÍF spæla seinnu hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini.

 

StÍF vann fyrru hálvfinaluna í høllini á Skála 29-27. Í steðginum var KÍF á odda 15-14. Tá 20 minuttir vóru eftir var KÍF á odda 11-7, men eftir tað fingu kollfirðingar ikki sama tak á dystinum aftur.

 

Hjá StÍF gjørdi tað stóran mun, at Bjarni í Selvindi var á vøllinum aftur. Hann gjørdist toppskjútti hjá StÍF við 11 málum.

 

HER er dómaraseðilin frá HSF: 

 

##med2##