FC Hoyvík er aftur í næstbestu deildini

UPPFLYTARAR: Saman við HB verður tað FC Hoyvík, sum fer at avloysa 07 Vestur og ein annan niðurflytara

Nú er tað greitt, at tað vera tvey feløg úr høvuðsstaðnum, sum fara at flyta upp úr 2. deild og í 1. deild.

 

Í fjør flutti HB niður úr næstbestu deildini, og í ár er HB suveranur vinnari av 2. deild. Harvið verður HB næsta ár umboðað í báðum teimum ovastu deildunum.

 

Kappingin um hitt uppflytingarplássið hevur staðið millum FC Hoyvík, AB og Skála. Í gjár vann FC Hoyvík 5-1 á heimavølli ímóti triðbesta liðnum hjá Víkingi, og so var tað greitt, at FC Hoyvík er endað á næstovasta plássinum og harvið er uppflytari úr 2. deild.

 

FC Hoyvík flutti í fjør niður úr næstbestu deildini, men steðgurin í 2. deild var bara eitt ár, tí næsta ár verður FC Hoyvík aftur í 1. deild.