Valur tapti aftaná longda leiktíð og brotskastskapping

Allan Norðberg og liðfelagarnir ruku úr steypakappingini

Mánakvøldið spældu Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali áttandapartsfinalu í íslendsku steypakappingini.

 

Dysturin var á útivølli móti Haukum, og talan gjørdist um ein sannan gysara.

 

Aftaná tvær ferðir fimm minuttirs longda leiktíð, og brotskastskapping dróg Valur styttra stráið. Allan og liðfelagarnir taptu áttandapartsfinaluna 38-39. 

 

Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 30-30, og aftaná fyrru longdu leiktíðini stóð á jøvnum 33-33. Aftaná seinnu longdu leiktíðini stóð á jøvnum 35-35. Í brotskastskappingini átti Haukar lítla munin, ið sendir teir víðari til fjórðingsfinalurnar.

 

Allan skoraði seks mál fyri Val.