FCK heiðrar Toda

Todi Jónsson er nú farin undir seinasta mánaðin av sáttmálaskeiði sínum í danska FCK. Treytirnar sum yrkisleikari eru harðar, og hesa ferð hava boðini so verið, at sáttmáli hansara ikki verður longdur.
Tað er tó einki dulsmál, at Todi gjøgnum árini hevur vunnið sær ein høgan status millum áskoðararnar hjá felagnum. Síðani hann kom til FCK í 1997 hevur hann spælt 207 dystir og í hesum hevur hann skotið 68 mál. Tað er tað mesta, sum ein einstakur spælari hevur skotið fyri felagið.
Og undan seinasta heimadystinum hetta kappingarárið, verður Todi eisini heiðraður fyri tíðina í FCK.
- Todi hevur og vil altíð hava eina stóru stjørnu í FCK. Hann hevur verið í felagnum í nógv ár, og hann hevur átt ein týðandi lut í teimum úrslitum, sum vit hava fingið. Tíverri hevur hann seinastu tíðina verið nógv plágaður skaðum, men vit fara altíð at minnast Toda fyri góðu avrikini og avgerandi málini, sum hann hevur givið okkum, sigur ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm.
Undan heimadystin móti Herfølga tann 19. juni verða Todi og Zuma, sum eisini spælir sín seinasta dyst fyri felagið, heiðraðir av felagnum.
Samstundis er ein serlig teldupost-adressa upprættað, har til ber hjá viðhaldsfólkunum at senda eina heilsan til teir báðar. Adressan, har brøv kunnu sendast, er todizuma@parken.dk