Brøndby er á veg móti sínum triðja meistaraheitið á rað, men í steypakappingini hava teir ikki havt nógv at siga. Tað hevur FC Keypmannahavn hinvegin, og teir eru í ár í steypafinaluni fyri triðju ferð í fýra ár.
Í 1995 vant FCK burtur úr AB, sigurin uppá 5-0 var ein staðfesting av, at FCK aftur hevði fingið nakað av tí styrkini, sum gjørdi til meistarar í 1993 ? higartil einasta meistaraskapinum hjá felagnum. Í fjør var FCK aftur í finaluni, og ta ferðina var dysturin væl javnari. Ikast var mótstøðuliðið, og í seinasta partinum av dystinum eydnaðist tað FCK at gera tvey mál og harvið vinna dystin.
Og í morgin er FCK aftur annað liðið í steypafinaluni, og hesaferð er mótstøðuliðið Brøndby, sum seinasta spældi steypafinalu í 1996, tá teir taptu 2-0 fyri AGF úr Århus.
Fyrstu ferð Brøndby
og FCK
Hetta er fyrstu ferð at FCK og Brøndy hittast í steypafinaluni, og tað hevur eisini við sær, at áskoðaratalið fer at seta met í morgin. Øll tey gott 40.000 atgongumerkini til dystin eru seld, og ongantíð áður hava so nógv fólk verið til steypafinalu. Metið er annars frá 1996, tá 36,103 fólk vóru til finaluna millum Brøndby og AGF.
FC Keypmannahavn er ein samanseting av teimum báðum gomlu Keypmannahavnarfeløgunum KB og B1903. Men hvørki av feløgunum kláraði at seta serlig spor eftir seg í steypakappingini. Teir vóru ofta við í finaluni, men taptu sum ofta.
DBU skipaði fyri fyrstu landsumfatandi steypakappingini í 1954, og KB var sjey ferðir í finaluni, áðrenn teir í 1992 løgdu saman við B1903, men teir vunnu bert einaferð ? tað var í 1969. B1903 var tríggjar ferðir í finaluni og vann tvær ferðir.