FCK trýsti ? Brøndby gjørdi málini

Fótbóltur: Brøndby hevur sjálvsálitið og neyvleikan, sum altíð fylgir einum meistaraliði

SOSIALURIN Í

KEYPMANNAHAVN:


FCK trýsti og trýsti, høvdu nógavr royndir á málið, men einki hjálpti.

Brøndby gjørdi fyrsta málið í dystinum, dúvaði so uppá kontraspæl, og vísti, at teir hava tað sjálvsálitið og neyvleikan, sum altíð fylgir einum meistaraliðið.

Danska steypafinalan 1998 gjørdist ein undirhaldandi dystur, við nógvum royndum á málini, og fimm málum. Brøndby gjørdi tey fýra, og so máttu teir í FC Keypmannahavn hendan Kristi Himmalferðardag enn einaferð ásanna, at teir ikki hava somu styrkina sum meistaraliðið.

FCK fekk vátan vøtt í andlitið longu tá fýra minuttir vóru farnir av dystinum.

Samanspæl millum báðar teir frálíku Brøndby-álopsspælararnar endaði við, at Bo Hansen royndi seg við skoti. FCK-málverjin, Karim Zaza, var ikki blivin heitur, og so fór ikki serliga harða skotið inn undir hann og líka inn um málstrikuna.

Todi Jónsson og liðfelagarnir stríddu seg inn í dystin og tóku yvir. Teir trýstu um tað mesta av vøllinum og høvdu royndir á málið.

Tað var tí í stríð við leikgongdina, at topskjúttin í donsku kappingini, Ebbe Sand, økti til 2-0 við besta málinum í dystinum ? ein framúr stútari eftir innlegg úr høgru.


FCK skuldi javna

Heldur ikki hetta málið fekk FCK niður við høvdinum.

Teir vístu góðan moral, og fáar minuttir seinni minkaði Peter Nielsen við góðum fløtum langskoti, sum varamálverjin á danska landsliðnum, Mogens Krogh, helst átti at fingið fatur á.

Fram móti hálvleikinum domineraði FCK, og tað hevði ikki verið av vegnum, um teir javnaðu beint fyri hálvleik, tá vongverjin í vinstru, Carsten V. Jensen, varð spældur púra leysur mitt fyri, men ta ferðina vísti Mogens Krogh landsliðsklassa, og bjargaði framúr væl.


FCK yvirtakið

Allan seinna hálvleik var tað FCK sum var við yvirlutan í spælbýtinum, men framvegis var tað Brøndby sum gjørdi málini.

Todi Jónsson hevði nógvar royndir á Brøndby-málið, men einki mál spurdist burtur úr. Teir gulu úr Brøndby vóru hinvegin naskir í kontraspælinum, og teir 41.044 áskoðararnir fingu tvey mál afturat ? bæði frá Brøndby.

Triðja mál átti FCK-málverjin aftur óhepnan leiklut í, meðan seinasta málið var eitt úrslit av, at FCK tveitti alt fólkið fram á vøllin, og so var tað lætt hjá innskifta Bent ?Turbo? Christensen at skora úr fríari støðu.

Brøndby vann ?the double? fyri fyrstu ferð nakrantíð og FCK tapti sína fyrstu steypafinalu.

FCK trýsti ? Brøndby gjørdi málini!