Fekk ein lastbilalúku í høvdið

Eitt arbeiðsóhappa hendi í gjár á moldgoymsluni við Norðskála

Ein maður fekk skaða í høvdið á moldgoymsluni við Norðskála um 10 tíðina í gjár, tá hann fekk eina baklúku av einum lastbili í høvdið.

Maðurin fekk ikki stóran skaða, men varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Vaktleiðarin sigur, at tá slík óhapp henda, so verður Arbeiðseftirlitið altíð fráboðað, og tey gera so víðari kanningar í málinum. Løgrelgan dokumetarar tað, sum er hent og letur síðani Arbeiðseftirlitinum málið, sigur vaktleiðarin.