Løgreglan tók í gjár ein bilførara sum koyrdi ov skjótt eftir Havnarvegnum, sum er nýggi innkomuvegurin gjøgnum Hoyvíkshagan til Havnar. Á Havnarvegnum er ferðin niðursett til 60 km um tíman, og hesin bilførarin koyrdi so mikið skjótt, at hann fekk klipp í koyrikortið.
Um hálvgumtvey tíðina í gjár hendir eitt ferðsluóhapp á Vegnum Langa, eitt sum løgreglan lýsir sum eitt víkiskylduóhapp. Har var eingin fólkaskaði. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at víkiskylduóhapp sum útgangspunkt geva treytaða frádøming av koyrikortinum. Men tað verður kannað nærri, áðrenn tann avgerðin verður tikin.
##med2##
Og í gjár doyði ein grind í Havn. Hon varð funnin í Hestfirði og rikin til Havnar. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at drápið gekk skjótt og væl, og at løgreglan ongar trupulleikar hevði av nøkrum. Har vóru ikki fólk sum mótmælti, og ongar dronur vóru á flogi.
Vanligt er at grindaøkið verður lýst ein fjórðing kring har, sum grindin leggur beinini í allar ættir – eisini uppeftir. Tað vil eitt nú siga, at eingin drona kann flúgva nær námind av grindini.