Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, saman við Aksel V. Johannesen, løgmanni, og Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformanni í Grønlandi á fundi í Tinganesi í vár

Mette Frederiksen biður grøn­lendsk­ar kvinn­ur um um­ber­ing fyri snir­ils-málið

Danska forsætisráðfrúan og formaðurin í grønlendska landsstýrinum biðja um umbering fyri snirils-málið

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, saman við Aksel V. Johannesen, løgmanni, og Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformanni í Grønlandi á fundi í Tinganesi í vár

Mette Frederiksen forsætisráðfrú biður grønlendsku kvinnurnar um umbering, sum vóru fyri systematiskum mismuni í snirils-málinum, meðan Danmark hevði ábyrgdina av heilsuverkinum í Grønlandi fram til 1992.

Tað boðar forsætismálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag.

– Vit viðurkenna, at snirils-málið er ein kelda til bæði vreiði og sorg fyri nógvar grønlendingar og nógvar familjur í Grønlandi. Og tað hevur sjálvsagt ávirkan á fatanina av Danmark og ríkinum, sigur Mette Frederiksen.

Formaðurin í grønlendska landsstýrinum Jens-Frederik Nielsen biður um umbering fyri málini, sum hava við tíðarskeiðið at gera, eftir at Grønland yvirtók ábyrgdina av heilsuverkinum í Grønlandi.

– Eg biði tykkum um umbering, sum hava verið fyri og livað við teimum avleiðingum av inntrivum, sum tit ikki sjálvi høvdu biðið um ella havt tamarhald á, sigur hann.

– Landsstýrið í Grønlandi viðurkennir okkara egnu ábyrgd. Tí er longu avgjørt at veita atgongd til endurgjald til raktu kvinnurnar. Arbeitt fram ímóti hesum hevur verið í gongd síðani í januar, og í næstum verður kunngjørt um, hvussu ávirkaðar kvinnur skulu søkja um endurgjald.

Óhefta kanningin av snirils-málinum verður væntandi almannakunngjørd í september. Hon hevur verið seinkað fleiri ferðir.

 

/Ritzau/

 

 

Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, saman við Aksel V. Johannesen, løgmanni, og Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformanni í Grønlandi á fundi í Tinganesi í vár