Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjrmálum í svari upp á ein grein 52a fyrispurmning frá Johan Dahl, løgtingsmanni.
Hann spurdi soleiðis um fráflyting av monnum og skattainntøkur frá arbeiði uttanlands:
1. Hvussu nógvir føroyskir menn eru fluttir úr Føroyum higartil í 2025 samanborið við sama tíðarskeið í 2024?
2. Hvussu stórar eru samlaðu skattainntøkurnar higartil í 2025 frá inntøkum, sum føroyingar hava vunnið við arbeiði uttanlands, samanborið við sama tíðarskeið í 2024?
3. Kann landsstýriskvinnan upplýsa, um broytingarnar, sum gjørdar vórðu í skattingini fyri fólk, ið arbeiða uttanlands, hava givið tær væntaðu inntøkurnar til landskassan?
4. Um broytingin hevur havt neiliga ávirkan á inntøkur landskassans, er landsstýriskvinnan sinnað at umhugsa at endurskoða og møguliga broyta lógina aftur?
Í svarinum til allar fýra spurningarnar vísir landsstýriskvinnan á, at við skattaumskipanini, sum nú er gjøgnumførd, er inntøkuskatturin fyri arbeiðsinntøku í Føroyum lækkaður, og skatturin fyri arbeiði uttanlands broyttur, so at hann nærkast tí støði, sum fólk, ið arbeiða á landi í Føroyum, rinda.
– Skattaumskipanin er framd fyri at rætta upp á eina skipan, sum avlagaði arbeiðsmarknaðin og gav útlendskum arbeiðsgevarum fyrimun fram um føroyskar arbeiðsgevarar í kappingini um arbeiðsmegina, sigur Ruth Vang.
Hon vísir á, at enn er ov stutt tíð liðin fyri síggja fulla virknaðin av skattabroytingini.
– Vit síggja tó, at skattainntøkurnar í ár liggja nakað omanfyri tað, sum roknað var við. Starvsfólkatalið er framvegis vaksandi, og tilflytingin er størri enn fráflytingin.
– Uttanlandsskattur er B-skattur og verður gjørdur upp árið eftir. Skattaárið 2024 er ikki endaliga gjørt upp enn, og tí ber ikki til at siga, hvussu nógv er komið inn í 2025 samanborið við 2024, sigur hon.
Landsstýriskvinnan sigur,at um skattaumskipanin ger, at onkur flytur fyri at sleppa undan skatti, er avleiðingin fyri almennu inntøkurnar avmarkað, tí fleiri teirra rindaðu einki áðrenn.
– Hinvegin gera broytingarnar tað eisini meira lokkandi at arbeiða og rinda skatt í Føroyum – og tá fellur allur skatturin í Føroyum.
– Yvirhøvur sæst einki í tølunum, sum tíðir uppá økta fráflyting. Tvørturímóti, staðfestir hon.
– Fyrstu seks mánaðirnir í 2025 fluttu 284 menn úr Føroyum. Hetta er nakað minni enn fyrstu 6 mánaðirnir í 2024, 2023 og 2022. Hinvegin fluttu 512 menn til Føroyar fyrra hálvár 2025. Stóra avbjóðingin er, at serliga kvinnur flyta av landinum og mangla í føroyska samfelagnum, sigur hon.
Og landsstýriskvinnan hevur ongar ætlanir um at broyta samtyktu skattaumskipanina. Hinvegin heldur landsstýriskvinnan, at miðast skal ímóti, at skattatrýstið sum heild lækkar hjá øllum føroyingum.