Samstundis ynskir Búskaparráðið at kunna um, at ráðið hevur fingið nýggja heimasíðu, www.buskaparradid.fo, har eisini ber til at melda seg til tíðindabrøv frá Búskaparráðnum.
Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.
Limir í Búskaparráðnum eru:
- Johnny í Grótinum, cand. polit., formaður
- Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
- Anja Rein, diplomútbúgving innan banka og MSc í leiðslu
- Hans Ellefsen, PhD. í búskaparfrøði
- Marjun Weihe Thomassen, cand merc. aef.
Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya at røkja.