Hesum boðar Nets, sum umsitur donsk, føroysk og grønlendsk gjaldkort, frá í tíðindaskrivi.
1.141 kr.
So stór er miðalnýtslan, tá fólk úr Teilandi brúka gjaldskorti í donskum terminalum. Harvið eru vitjandi úr Teilandi tann ferðafólkabólkur, sum hevur størstu miðalnýtsluna.
Síðani koma gestir úr Kina og Hongkon við ávikavist 1.066 kr og 885 krónum. Tað vísa tøl, sum nets hevur funnið fram úr donskum gjaldsterminalum – uttan tó at útgreinað hvussu nógv er brúkt í Føroyum og Grønlandi.
– Tað er eingin ivi um, at ferðafólk úr londu sum Kina, Singapore og Teilandi eru ein góð forrætning fyri vinnulívið. Hóast tey ikki eru so stórur partur av øllum ferðafólkunum, men miðalnýtlsan hjá teimum liggur langt oman fyri miðalnýtsluna hjá ferðafólkum úr Evropa, sigur Søren Winge, sum er tíðindastjóri í Nets.
##med2##
– Tá eitt kinesiskt ferðafólk koyrir koyrir kortið ígjøgnum terminalin, er transaktiónin í miðal tríggjar ferðir hægri enn til dømis hjá einum norðmanni, og meiria enn tvívalt so stór, sum tá eitt ferðafólk úr Sveis rindar, leggur hann afturat.
Sveis er við eini miðalnýtslu upp á 516 króur tað evropiska landið, sum liggur hægst á listannum. Tað røkkur upp á eitt sættapláss, meðan USA, India, Stórabretland og Týskland liggja aftanfyri á síðstu plássunum á topp-10.
– Vit vit kava longur niður í tølini, síggja vit stórar munir á ymsum greinunum. Mest er nýtslan hjá hjá kinesarum í danskum serhandlum, har nýtslan liggur uppi á 2.500 kr í miðal. Nýtslan er so høg, at kinesarar tilsamans leggja fleiri pengar eftir seg í donskum serhandlum enn sviar, sigur Søren Wenge.
– Hesi tølini skulu sjálvandi takast við fyrivarni, men tað helt víst ein góð ábending um, hvussu høg nýtslan hjá ferðafólkum úr ymsum londum er, greiðir Søren Wenge frá.
Tølini eru fyri 2018.
Miðaltransaktiónir, topp-10:
1. Teiland, 1.141 kr.
2. Kina, 1.066 kr.
3. Hongkong, SAR Kina, 885 kr.
4. Singapore, 675 kr.
5. Sameindu Arabisku Emiratini, 605 kr.
6. Sveiz, 516 kr.
7. USA, 503 kr.
8. India , 465 kr.
9. Stórabretland, 458 kr.
10. Týskland, 415 kr.
Kelda: Nets. Tølini eru grundað á, hvørjum landið kortini eru skrivað út.