Ferðafólk smittað í Italia

Nøkur fólk, sum hava verið og ferðast við Gardavatnið í Italia, eru vorðin smittað við sonevndu legionersjúkuni.

Europeisku heilsumundugleikarnir eru farnir at leita eftir smittukelduni.

Ellivu tilburðir eru funnir. Ein av sjúklingurin er ein maður úr Danmark, og hini eru úr Hollandi, Týsklandi, Eysturríki og Italia.

Tey smittaðu eru millum 42 og 78 ára gomul. Áðrenn tey blivu sjúk, vóru tey á kampingplássum og giostingarhúsum í økinum, og tey blivu sjúk í tíðarskeiðinum millum 18. juli og 24. august.

Italsku heilsumyndugleikarnir hava kannað økið, og fleiri vatnroyndir eru tiknar fyri at finna legionellabakteriur.

Fólk, sum nú eru har og ferðast, hava fingið at vita um tilburðirnar, og tey ery biðin um at venda sær til heilsumyndugleikarnar, um tey fáa onkur sjúkueyðkenni. Nógv ferðafólk eru framvegis í økinum.

Legionersjúkan er lungnabruni orsakað av bakteriuni legionella, sum trívist væl i vatnskipanum. Fyrstu eyðkennini eru nógvur fepur, høvuðpína, pína í vøddunum og kanska eisini leyst lív. Sjúklingarnir fáa síðan turran hosta, og tað endar við lungnabruna.

Tað eru oftast fólk, sum hava verið í øðrum londum og ferðast, sum hava fingið sjúkuna.

Deyðiligheitin í Danmark liggur um 15 prosent.