Suðuroyarsigling
Leygarkvøldið fingu nógv ferðafólk, sum vóru á veg av havnini, suður á Tvøroyri við Smyrli, ein ordans skelk.
Tað hendi, tá ið Smyril sum brádliga legði seg rættiliga nógv á liðina.
? Eg haldi, at talan var um so álvarsligan skelk hjá summum, at tað fer at vera trupult at fara á sjógvin aftur yvirhøvur, sigur Jógvan Krosslá í Vági, sum var eitt av ferðafólkunum hendan túrin.
Nógv fólk var við Smyrli hetta kvøldið, tí nógvur ítottur hevði verið norðanfyri, bæði fyri vaksin og børn. Og tað var longu áðrenn tey fóru av Havnini, at tey stúrdu fyri ferðini, tí tað var so nógvur vindur.
Men tað var undanvindur og tað var bara heilt gott veður suður. Tí var eisini rættiliga gott lag á fólki, eisini á børnunum,og teimum ungu sum runnu runt og spældu, sum tey plagdu.
Men tá ið Smyrli var nakað suður úr Lítlu Dìmun, kom brádliga annað lag á. Tá fekk hann eitt rættiligt kast so at hann legði seg ikki minni enn 42 stig á liðina.
Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni sigur, at tá ið Smyril fór av Havnini leygarkvøldið, var hann ein góðan hálvan tíma seinkaður.
Líkindini vóru ring og vindurin var 25 metrar um sekundið av norði.
Men av tí, at tað var nógv betri sjógvað vestanfyri Sandoynna, varð farið tann vegin.
Veðrið suður var onki at klaga um.
Men tá ið Smyril var komin umleið tveir fjórðingar suður úr Lítlu Dìmun, fekk hann brádliga tvær stórar aldur inn á bakborðs síðu so at skipið legði seg heili 42 stig í stýriborð.
Summi halda tað, at Smyril var komin í ein strong suður úr Lítlu Dìmun, men Strandferðslan sigur, at tað var ikki hetta, sum var trupuleikin.
Sagt verður, at tá ið hann liggur norðeneftir við nógvum vindi, hendir tað seg viðhvørt, at einstakar aldur, sum eru serliga stórar, koma inn av havinum eystaneftir.
Men tær aldurnar plagdu verða norðari, so tá ið Smyril var komin so langt suður, hildu øll, at nú varð sloppið.
Leggjast kann afturat, at tað var bølamyrkt, so ongin sá alduna, fyrrenn hon rakti skipið og tí var heldur ongin møguleiki at snara undan.
Tí er niðurstøðan hjá Strandferðsluni, at hetta var eitt óhapp, sum ongin fær vart seg fyri í slíkum líkindum, sum vóru leygarkvøldið.
Tað var bara hesar báðar aldurnar, sum rakti Smyril hvør aftaná aðra og burtursæð frá tí, var veðrið onki at klaga um.
Annars hendi ongin annars skaði umborð, ongin bilur ella farmur á biladekkinum, fóru.
At eitt skip leggur seg 42 stig, kann tykjast nógv, men fólk, sum kenna til Smyril siga, at tað kom oftani fyri at hann legði seg so nógv ta fyrstu tíðina, hann var í sigling, áðrenn hann fekk stabilisatorar.
Fólk slongd ígjøgnum luftina
Eitt er, hvat tey á Strandferðsluni halda um eina hending sum hesa. Nakað heilt annað er, hvussu ferðafólkið upplivir hana.
Ein av ferðafólkunum, sum vóru við hendan túrin, var Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági.
Hann sigur, at veðrið hevði verið gott suðureftir og at fólk tí vóru fullkomiliga ófyrireikað uppá tað, sum hendi.
Hann er gamal sjómaður og hann er eisini vanur at sigla ímillum oyggjarnar við Smyrli. Men hann sigur, at hetta er tað ringasta, hann hevur upplivað við Smyrli.
? Tað var rættiliga óhugnaligt, tí skipið rætt og slætt datt á liðina. Tað minti um at vera við einum flogfari, sum kemur í eitt lofthol.
?Sjógvurin kom heilt upp á rútarnar í salongini, men tíbetur hildu teir. Brotnaðu teir, veit eg ikki, hvat hevði hent, sigur hann.
?Tað vóru nógv fólk, sum vóru slongd í leysari luft av sitiplássunum í dúrkið og fleiri av teimum fingu brestir og smásnuddir ymsastaðni á kroppinum.
Tann eina konan slóð seg høvdið so hart í, at skiparin helt tað vera klókast at senda boð eftir sjúkrabilinum og hann stóð so fyri Smyrli, tá ið hann kom suður á Tvøroyri.
Strandferðslan spurdi á Suðuroyar Sjúkrahúsi eftir konuni aftaná, men tá var hon farin heim, tí onki bilti henni, fekk Strandferðslan at vita.
Jógvan Krosslá sigur, at tað var týðiligt, at nógv ferðafólk vóru rættiliga illa skelkað av tilburðinum og hjá summum var støðan heilt ring eina góða løtu aftaná.
Hann metir eisini, at hjá onkrum hevur skelkurin verið so ringur, at tað fer at vera trupult hjá teimum yvirhøvur at fara á sjógvin aftur.
Fingu onga hjálp
Jógvan Krosslá sigur, at tað var stórur saknur í, at ongin av manningini kom niður í salongina at práta við ferðafólki eftir hendingina fyri at ugga tey.
Tað var heldur ikki eitt orð sagt í hátalarunum umborð um, hvat ið hevði verið á vási og at at alt var yvirstaðið.
? Tí vóru tað nógv ferðafólk, sum vóru heilt hjartkipt alt tað sum eftir var at sigla.
Ístaðin vóru tað býráðsformaðurin í Vági og fleiri onnur, sum máttu ganga runt á skipinum og royna at sissa fólk.
Hann sigur, at nøkur góð orð frá manningini høvdu hjálpt nógvum ferðafólkum eina løtu sum hesa og tað saknaði hann.
? Tað høvdu ferðafólkið havt harðliga brúk fyri eina løtu sum hesa, tí støðan var heilt ring umborð, leggur borgarstjórin í Vági afturat.
Umhugsa mannagongdirnar
Stjórin á Strandferðsluni sigur, at tað kann væl vera, at ferðafólkið átti at verðið meiri kunnað um tað, sum var hent.
Hann sigur, at Strandferðslan fer nú at umhugsað, hvat kann gerast betri, tá ið ein støða, sum hendan tekur seg uppaftur.
?Tað av avgjørt ongantíð nakar vandi á ferð.Men hóast óttin var ógrundaður, so er hann til staðar og eigur at vera tikin í álvara. Hann sigur, at kanska hevði tað hjálpt, um onkur av manningini savnaði ferðafólkið til eitt lítið prát um tað, sum var hent,ella um onkur gekk runt ímillum ferðafólkið og greiddi teimum frá støðuni.
?Tað skal ofta ikki so nógv til, fyri at sissa fólk og vit fara nú at umhugsa, hvat vit kunnu gera betri, skuldi ein støða sum hendan tikið seg upp eina aðru ferð, sigur Kristian Davidsen
Frágreiðing frá skiparanum
Í eini stuttari frágreiðing um hendingina, sigur Skiparin á Smyrli soleiðis:
Fóru av Havnini kl. 20.36. Líkindini vóru ring, norðan 25 m/s. Á veg til Havnar var hann NNE. uml. 30 m/s. Tá sigldu vit vestanfyri, tí har var betur sjógvað enn eystanfyri. Tað sama var suðuraftur, tá varð somuleiðis siglt vestanfyri.
Sum nevnt var væl sjógvað, men kl. 22.45, tá vit vóru uml. 2 sjómíl suður úr Lítlu Dímun, fingu vit tvær aldur inn á bakborðs síðu, so at skipið legði seg 42 stig á styriborð.
Komu á Tvøroyri kl. 23.20.