Eitt stórt ferðafólkaflogfar er í dag dottið niður í íbúðarøki í pakistanska milliónbýnum Karachi.
Tað upplýsir ríkisflogfelagið Pakistan International Airlines (PIA).
Tað vóru 90 ferðafólk og manningin umborð taldi átta, sigur Abdul Sattar, sum er talsmaður fyri PIA.
Talsmaðurin fær enn ikki sagt nakað um støðuna hjá teimum, sum vóru umborð.
– Tað vildi verið alt ov tíðliga at sagt nakað nú. Manningarnar hjá okkum eru vandar til at neyðlenda. Allar bønir mínar eru við teimum avvarðandi familjunum, sigur hann við pakistanska enskttalandi blaðið Dawn.
##med2##
Talan er um eitt flogfar av slagnum Airbus 320.
Blaðið Dawn skrivar, at flogfarið var á veg úr Lahore í Landssynningspakistan til Karachi, sum liggur syðra partinum av landinum út ímóti Arabiska Havinum.
Heilsumálaráðharrin í Pakistan hevur boðað frá undantaksstøðu á øllum stórum sjúkrahúsum í Karachi av flogvanlukkuni. Tað sigur Meeran Yousuf, sum er fjølmiðlasamskipari í ráðnum, sambært Dawn. Tað síðsta, vit frættu frá flogskiparinum var, at tað vóru tekniskir trupulleikar. Tað er ein óguvliga syrgilig vanlukka, sigur Abdullah H. Khan, sum er talsmaður hjá PIA, sambært tíðindastovuni Reuters.
Upptøkur úr Karachi vísa stór myrk roykskýggj hevja seg kring bygningar í íbúðarøkinum í Karachi.
Eldur er eisini í fleiri bilum, og sløkkiliðsfólk royna at stríðast ímóti logunum úr íbúðunum. Tað vísa fleiri videomyndir á Twitter.
##med3##
Tyrlur frá pakistanska herinum hava flogið á vanlukkustaðið.
Afturi í 2016 datt eisini eitt flogfar frá PIA niður á veg úr pakistanska býnum Chitral til høvuðsstaðin Islamabad. 48 ferðafólk vóru umborð, sum øll doyðu.
Í fjør fekk eitt flogfar hjá PIA skaða, tá tað fór av lendingarbretini í Gilgit-flogvøllinum har norðuri í landinum. Tá doyði eingin.
/ritzau/