Frá 1. januar til 31. desember 1998, komu og fóru 121.847 ferðafólk um flogvøllin. Sama tíðarskeið í fjør var talið 117.361. Hetta er einvøkstur uppá 4.486 ferðafólk ella ein vøkstur í mun til 1997 uppá 3,8%. Í tíðarskeiðnum 28. apríl til 7. mai 1998, meðan verkfall var í Danmark, var flogferðslan millum Føroyar og Danmark væl minni enn vanligt. Hetta førdi aftur við sær, at framgongdin í samlaða ferðafólkatalinum fyri árið varð 3,8% móti teimum væntaðu 5,0%.
Í desember 1998 hava 7.411 fólk ferðast um flogvøllin, sama mánað í 1997 var talið 7.915 ella ein minking í mun til 1997 uppá 504 ferðandi ella ÷6,4%. Henda afturgongd stavar helst frá, at sjóvegis ferðasamband hevur verið við út-heimin hesi jólini og nýggjársleitið.
Frakt og postur komin yvir flogvøllin í 1998: Frakt 385 tons ein vøkstur uppá 1,6% í mun til 1997, postur 563 tons ein vøkstur uppá 5,6% í mun til 1997, nógv tann størsti parturin av frakt og posti er úr Danmark og til Føroyar og í minni mun úr Føroyum og til Danmarkar.
Annars hevur flogferðslan verið reglulig undan og eftir jólum, soleiðis at fólk eru komin heim og avstað aftur eftir høgtíðina uttan størri seinkingar.
Í sambandi við tær íløgur, sum ætlanir eru um skulu gerast her á flogvøllinum (eitt álit verður skrivað í næstum) kann eg upplýsa at tólini til Glíðubreytina eru keypt og liggja á goymslu her á flogvøllinum.
Heimasíða
Statens Luftfartsvæsen, Vága Floghavn, er 1. januar 1999 farið á Internetið við síni heimasíðu. Heimasíðan, ið liggur undir heimasíðuni hjá Statens Luftfartsvæsen í Danmark, inniheldur upplýsingar um floghavnina, tey virkir og stovnar, ið virkar har, fráferðir og komur eins og veðurtíðindi fyri floghavnina. Heimasíðan verður leypandi viðlíkahildin og útbygd og finst undir www.slv.dk/vagar.