- Tey eru í øllum førum væl nøgd við umstøðurnar á camping-plássinum har Yviri við Strond, sigur hon
Ingigerð er leiðari á Kunningarstovuni í Havn, og hevur sum ein part av virksemi sínum eisini ábyrgdina fyri camping-plássinum í Havn.
Har hava nógv fólk gist millum ár og dag síðani tað lat upp fyri rættiliga nógvum árum síðani. Ingigerð sjálv hevur so bara fingið góðar afturmeldingar frá fólki.
- Tað vísir seg at fólkini tey koma aftur og aftur, sigur hon.
Hetta sigur hon sum viðmerking til tað, sum Richard Grimsdale segði í blaðnum um gjár um støðið á føroysku camping-plássunum.
Eftir hansara meting var støðið als ikki nøktandi til limirnar í hansara ferðafelagi.
- Eftir at hava hugt meg um her, kann eg bara staðfesta, at tey føroysku campingplássini eru ikki nóg góð til okkara kundar.
- Tíverri, má eg bara siga, segði hann við Sosialin í gjár.
Pástandir
Mr. Grimsdale er ferðastjóri í einum ferðavinnufelagi fyri campingbilar og húsvognar í Bretlandi við omanfyri 400.000 limum.
Hesum fólkum dáma væl at ferðast kring allan knøttin, bæði eystureftir, til sandin í Sahara og til Norðkapp.
Hann var nú komin til Føroyar at kanna umstøðurnar her. Men sum hann sjálvur segði í Sosialinum í gjár, so vóru tær als ikki nøktandi.
Í samrøðuni vísti hann á, at hann vildi fegin vísa limum sínum á Føroyar sum ferðamál, tí her er so nógv at síggja og uppliva hjá limum hansara.
Men tað var kortini eitt sum kundi forða hesum:
Tá talan er um gisting við camping-bilum og húsvognum, vildi hann líkasum ikki taka ábyrgd fyri tí. Hetta máttu fólkini sjálvi syrgja fyri.
Hetta seinasta tykist vera heldur herskin biti hjá mongum, og onkur hevur tí longu gjørt vart við seg mótvegis blaðnum, at slíkar útsagnir eru bæði ósakligar og grundleysar.
- Hví steðgar maðurin ikki á og tosar við okkum um málið? Eg skilji einki av hesum, tí okkara pláss eru nóg góð!
- Hann sleingir bert nakað út, uttan at vit hava møguleika fyri at koma við okkara viðmerkingum, varð sagt.
Tænastan í lagi
Støðið á føroysku camping-plássunum er altíð eitt mál, sum ein kann tjakast um. Tað veldst um krøvini, ið sett verða.
Ingigerð veit sjálv um camping-pláss í Onglandi sum eru nógv verri enn okkara. Men her hjá okkum tykist tað sum um tey ferðandi eru nøgd við umstøðurnar.
- Tað, tey serliga seta prís uppá her hjá okkum er,at tey eru nær við høvuðsstaðin, og tað at okkara camping-pláss liggur beint við sjógvin.
- Hetta eru tey eftir øllum at døma nøgd við, og tí koma tey aftur og aftur, sigur Ingigerð.
Har Yviri við Strond er plássið útgjørt við m.a. toilettum, brúsum, køki og rúmi at turka klæðir í. Har er eisini møguleiki hjá teimum gistandi at fáa fatur á el-veiting til íalt 18 eindir.
Sum skilst er ætlanin at fáa fleiri el-veitingar og helst eisini eina turkitrumlu til vega. Hetta fer sum rímiligt er at hækka um støðið.