Laila av Reyni bloggar her um ferðina, sum hon og maðurin Leif saman við familju teirra vóru á í Kenya í Afrika
Nøkur orð um okkara túr í Kenya. Mikudagin komu eg og familjan aftur frá eini langari ferð í Kenya. Tað var aðru ferð vit vóru har, og áðrenn eg fór, lovaði eg in.fo, at skriva eina stutta ferðafrásøgn. Men nú eg siti við telduna er mær greitt, at skal eg skriva stutt – so verður tað ikki lætt. At vera har er so øðrvísi uppá so nógvar mátar, at tað ikki kann lýsast við fáum orðum. Eg rokni við at myndirnar, eg leggi við her, siga meir enn orðini – og har eru fleiri inni á mínum almenna facebook-vanga.
Kenya kann lýsast uppá 100 ymiskar mátar. Ja, har er neyð, fátækradømi, kúging og ótryggleiki. Men har er eisini stórsligin náttúra, ríkt djóralív, deiligt veður, íðandi lív allastaðni, og glað, blíð og takksom fólk. Orsøkin til, at vit fóru aftur til Kenya í ár, vóru júst tær jaligu upplivingarnar, ið vit høvdu av landinum og fólkinum, tá vit vóru har fyri trimum árum síðani. At koma til Afrika er fyri ein føroying sum at trína inn í ein annan og fremmandan heim. Hvussu fremmandur ein er har, upplivist heilt ítøkiliga, tá børnini rópa “Musungo” eftir okkum á gøtuni. Tað merkir “hvíti maður”, og hóast tað verður sagt vinarliga og virðiliga, so minnir tað ein støðugt á, at ein ikki hoyrir til.
Og so er tað hvussu alt er skipað. Tað er so øðrvísi, at tað næstan ikki kann sigast frá. Í býnum Nakuru, sum vit vitjaðu, búgva 400.000 fólk – men har ganga eisini neyt, seyður og geitir hvørt um annað á gøtunum. Vegirnir eru turrir og óasfalteraðir, bilarnir eru indiskir og kallast “TukTuk” og eru sermerktir við, at tað upprunaliga er ein súkkla, ið er gjørd til ein bil. Tónleikurin, ið hoyrist er frá 90´unum, og ja, tað er bara øðrvísi á so nógvar mátar. Okkara ferð var ein blanding av hjálpararbeiði og feriu. Vit hava leingi havt samband við ein seymiskúla, og hava roynt at bøta um umstøðurnar hjá næmingunum. Tað er felagsskapurin “NLAI”, sum rekur hendan ókeypis skúlan, ið er fyri ung sum búgva í slumminum, og ikki hava møgulleika, at gjalda fyri eina útbúgving. Vit kunnu ikki lova teimum eina bjarta framtið, men vit kunnu geva teimum amboð, tilfar og góðar og øðrvísi upplivingar, sum tey annars kanska aldrin høvdu fingið.
Tað nýtist ikki at vera so nógv, sum ger dagin betri. Til dømis hava genturnar á skúlanum ikki ráð at ganga við flættaðum hárið, tí hárið tær flætta uppí kostar. So fyri fáar krónur bjóðaði eg øllum 40 gentunum á seymiskúlanum til frisør, at fáa gjørt sær hárið. Tær blivu allar so stoltar og strálaðu. Eg hugsaði – høvdu vit bara dugað líka væl at fegnast um eina flotta flættu... Og nýflættaða hárið riggaði sera væl til vøkru pannubondini og hondtaskurnar sum klædnadeildin á Glasir hevði seymað sum gávur til tær, og sum eg hevði við.
Vit bjóðaðu eisini øllum næmingunum á útferð, leigaðu ein stóran buss til næmingar og lærarar umframt ein teambuilding undirvísara, sum dugdi ómetaliga væl at aktivera og skipa dagin við festligum spølum. Vit ótu høsnarunga, rís, grønmeti, shapati – tað, sum í teirra verð svarar til ein jóladøgura. Drukku sodavatn og ótu bomm. Sungu og dansaðu. Tey vóru glað og takksom, men tað vóru vit so sanniliga eisini. Okkara royndir eru, at tílíkar upplivingar veruliga fáa næmingarnar at blomstra. Nógv av hesum ungu hava upplivað nógv keðiligt og mangla eina trúgv uppá framtíðina. Tey hava ongantíð ráð til meiri enn mat, bústað og møguliga skúlagjald hjá einum barni, so gerandisdagurin er mangan tungur.
Tí blívur hetta so serligt fyri tey. Broytir tað teirra grundleggjandi lívstreytir? Nei. Men lívið eru dagar – og ein slík útferð gevur teimum í hvussu so er, ein góðan dag. Tíð var eisini til njótilsi hjá familjuni. Síðstu 3 dagarnar fóru vit á Safari í einum øki, ið kallast Maasai Mara – ein nátturupark, ið er tríggjar ferðir so stór sum allar Føroyar. At koyra runt har, var sum at síggja “The Lion King”. Fert tú til Kenya, er ein safaritúrur eitt must! Og so kemur ein heimaftur til regn og livurpostei – men er mintur á og fegnast um, hvussu væl okkara samfelag er skipað og hvussu ófatiliga gott vit hava tað.
Sí myndirnar úr Kenya undir greinini her.