Ferðafrásøgnin hjá Duritu Holm er undirhaldandi lesnaður

JÓGVAN ISAKSEN

 

Durita Holm: Ferðin um bláu gongustjørnuna. Forlagið Freyja 1999. 219 síður við nógvum myndum. kr. 268.

Durita Holm og ?Salka Valka? komu eftir trý ár kring jørðina aftur til Føroya um ólavsøkumundið 1999, og longu í november kom bókin um ferðina út. Høvundurin hevur sostatt gjørt skjótt av, og tá ið tú hevur lisið frásagnina, ert tú greiður yvir, at tann ungi skiparin ikki liggur sjóvarfallið av sær, tá ið kósin er sett.

Eftir lokið studentsprógv hevur Durita sum so mong onnur hug at fara út í heimin at fjakka, men hon vil ikki bara vera eygleiðari. Hon vil hava javnvág ímillum tann ferðandi og tann fastbúgvandi, og tað er har, seglbáturin kemur upp í leikin. Tú flytir teg við egnari megi, báturin er títt heim, og sostatt hevur tú rætt at vera, har tú ert. Tú ert ikki longur bara áskoðari.

Durita fortelur, at hon frá barni av er von at sigla við foreldrunum, bæði um høv og við Isle of Skye, har tey búðu eitt skifti, men hesuferð skal hon vera skipari, og tað er nakað heilt annað. Báturin, sum hon ætlar sær avstað við, er bygdur í Onglandi í 1977 úr ferrosementi, og tá ið hon í 1996 keypir ein triðing í honum, hevur sáttmálin hesa orðing um nýtsluna: Tann, ið hevur hug at sigla longst, hevur altíð fullan rætt til nýtslu av bátinum.

Men ?Salka Valka?, sum av fyrstan tíð var hugsað sum línubátur undir seglum, er langt frá klár til eina ferð kring jørðina. Tað er ikki so mikið sum dúrk í henni. Sostatt skal fitt av peningi til, bæði at gera bátin til reiðar, men eisini at hava við á ferðini sjálvari. Durita ger ikki mætari, enn at hon mynstrar sum kokkur við línubátinum Grana, hóast hon ikki dugir at gera mat og er einasta konufólk millum 14 mannfólk. Sjey mánaðir seinni og eina søgu í sjálvum sær ríkari - sum kortini ikki verður søgd her - mynstrar hon av aftur Grana.


Av Sandi til Sands

Tá ið ?Salka Valka? so dánt er riggað til, verður farið undir fyrsta teinin av Sandi til Isle of Skye, har tey hjá Duritu eiga nógv vinfólk. Tey fylgjast við einum øðrum báti, tí einastu navigationstól umborð er ein kumpass, men skjótt koma tey í bæði mjørka og illveður, og tey missa hin bátin burtur. Aftan á nakað av nervum og eitt sindur av hepni koma tey í øllum góðum til Broadford á Isle of Skye. Teinin áfram til Portugals eru foreldrini við, og pápin heldur uppá, at tað mugu fleiri tól umborð enn kumpass, meðan Durita mutar ímóti, tí hon heldur, at tú gerst forvandur av ov nógvum tólum. Pápin fær kortini sín vilja.

Hiðanífrá fylgir lesarin Duritu og ?Sølku Vølku? við skiftandi manningum til Caraibien, har hon hittir norðmannin Erik, og um Kyrrahavið, har tey fylgjast við bátinum hjá Eriki. Úti á miðjum havi seta norðmenninir sjálvstýrarin til og svimja yvir á ?Sølku Vølku?, har veitsla verður hildin. Erik steðgar nakrar dagar umborð, og Durita verður upp á vegin. Um Polynesia og Melanesia gongur leiðin til New Zealand, har Durita eigur dótturina Freyju.

Heimferðin - nú er Erik mynstraður ?Sølku Vølku? - gongur m.a. um Australia, Indonesia, Sri Lanka, gjøgnum Reyðahavið og Miðalhavið. Seinast í juli mánaði stevnir ?Salka Valka? inn eftir Sandsfirði til eina ovurhonds móttøku.


Dirvi og vilji

Frásøgnin er í mangar mátar traditionel, og hugburðurin í bókini er ógvuliga líkur tí, sum kemur til sjóndar í bókunum hjá danskaranum Troels Kløvedal. Serliga tá ið tað snýr seg um materialismuna í okkara parti av heiminum, ein materialisma, ið fer sum ein farsótt um at kalla allan heim, hó-ast tað enn ber til at finna samfeløg, har hon ikki hevur fingið fult ræðið. Men tað traditionella forðar ikki fyri - kanska tvørturímóti - at ?Ferðin um bláu gongustjørnina? er stak undirhaldandi lesnaður, og at tann ungi skiparin hevur bæði góðar eygleiðingar og hugleiðingar. Sjálvironi hevur hon eisini, og tað ger góðan mun, tá ið ein bók er søgd úr einum sjónarhornið.

Tað er kortini avmarkað, hvussu langt lesarin sleppur inn í tankarnar hjá Duritu Holm. Eitt dømi er, at hon nevnir, at hon blívur upp á vegin, og síðani frættir lesarin einki meira, fyrr enn tað verður sagt, at hon skal eiga í New Zealandi. Lítil ivi er um, at hon má hava hugsað heilt fitt um hetta, at tað kanska ikki er komið so væl við, nú hon er ávegis kring jørðina við seglbáti o.s.fr.

Eitt lítið sindur fær lesarin kortini at vita. Tá ið Durita hevur átt, kemur mamman til New Zealands at hjálpa, og nú kemur ein lítil riva í. Sagt verður nevniliga, at bæði mamman og Erik eru tolin, nú Durita skal venja seg við, at hon ikki longur er leys, men mamma. Kanska verður hetta, at hon er við barn ikki tikið upp á tunguna í so nógvar mánaðir, tí tað hevur staðið so nógv á? Viðhvørt er tað vit ikki siga meiri avdúkandi, enn tað vit siga.

Tað óvanliga við ?Ferðini um bláu gongustjørnuna? er høvundurin, skiparin, Durita Holm. Hon er at síggja til fullkomiliga óttaleys og leggur uttan ærufrykt mitt í vaðið á øllum lívsins økjum - og ikki bara tá ið tað snýr seg um sigling. Frásøgnin er í stóran mun varlig, sjálvt tá ið vandi er á ferð, verður ikki nógv gjørt av. Høvundurin tekur ikki seg sjálva fram og ger akkurát tí vart við seg í huganum á lesaranum.