info
Ongi úrslit

Fer at taka upp aftur longri tíð at koppseta øll fyri koronu

Nú missa vit eit slag av koppingarevni afturat

Áki Bertholdsen
3. mai 2021 kl. 14:02
Myndugleikarnir í Danmark hava beint nú gjørt av at gevast at brúka koppingarevni fyri koronu frá Johnson og Johnson. Tað hava fleiri miðlar í Danmark nú frætt av einum fundi ímillum politisku flokkarnar. Har upplysti danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke, at avgerð er tikin um at gevast at brúka koppingarevni frá Johnson og Johnson, tí illgruni er um at tað hevur elvt til blóðpropp hjá fólki, sum eru koppsett við tí. Annars vóru útlit fyri, at nettupp koppingarevnið frá Johnson og Johnson skuldi hava ein stóran leiklut í koppingarætlanini í Danmark, tí tey gera so stórar nøgdir av koppingarevni. Áður hava myndugleikarnir eisini gjørt av at gevast brúka koppingarevnið frá Astrazeneca av somu orsøk. Hetta merkir, at nú fer tað at taka væl longri tíð at koppseta øll, enn tað upprunaliga var ætlanin. Annas var ætlanin, at øll yvir 50 skuldu vera kopssett nakað út í august, men nú er vandi fyri, at tað dregur enn longur út. Tað er heldur ikki óhugsandi, at hetta fer at fáa avleiðingar fyri, hvussu skjótt danska samfelagið verður latið upp aftur – og tað fer eisini at ávirka støðuna í Føroyum. Myndugleikarnir í Danmark viðgera eisini um koppingarevnið frá Astrazeneca skal standa teimum í boði, sum vilja hava tað, men eingin støða er tikin. Spurningur er eisini, hvørja lagnu koppingarevnið frá Johnson og Johnson fær. Men alt hetta eru spurningar, sum verða viðgjørdir í løtuni.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

18 tímar síðan

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Fleiri tíðindi

Tíðindi

TIT fáa tryggar sømdir, meðan VIT fáa ógreið lyfti

4 tímar síðan
Hondbóltur

GOG-Aalborg beinleiðis á TV2

4 tímar síðan
Lesarabrøv

At einki gera er ikki ókeypis

4 tímar síðan
Fótbóltur

Nations League: Italia megnaði javnleik á útivølli í Fraklandi

4 tímar síðan
Hondbóltur

19 føroysk mál í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld

5 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Føroyar - Slovakia

5 tímar síðan
Fótbóltur

Føroyar liva í vónini um at halda fram

6 tímar síðan
Tíðindi

Vesuvius og Napoli sædd úr rúmdini

6 tímar síðan
Ítróttur

U20 kvinnurnar í San Marino til EM undankapping

6 tímar síðan
Tíðindi

10 føroysk mál í heimasigri hjá Vali

7 tímar síðan
Tíðindi

European Cup: Góður endaspurtur tryggjaði H71 sigurin

7 tímar síðan
Hondbóltur

Karlskrona knógvaði fyrsta sigurin hetta kappingarárið

8 tímar síðan