Ferðaleiðari útvístur í tvey ár og 10.000 krónur í bót

Ein útlendskur ferðaleiðari fekk 10.000 krónur í bót og er útvístur úr Føroyum í tvey ár fyri at hava arbeitt ólógliga.

Málið um ferðaleiðaran, sum varð tikin við einum ferðalag í haganum oman fyri Funning, er nú avgreitt. Ferðaleiðarin, sum er úr Rumenia, játtaði seg sekan í at hava virkað sum ferðaleiðari uttan neyðugu arbeiðsloyvini. Hann segði seg ikki kenna strongu føroysku reglarnar.

 

Umframt bótina á 10.000 krónur verður hann útvístur úr Føroyum í tvey ár.

 

Málið er eitt av fleiri, har myndugleikarnir hava havt eyga við, um útlendingar arbeiða í Føroyum uttan galdandi arbeiðs- og uppihaldsloyvi. Løgreglan hevur áður gjørt vart við, at slík brot kunnu hava bæði fíggjarligar avleiðingar og føra til útvísing.