Ferðavinnan blómar í Skálavík 

Í Skálavík hendir nógv í ferðavinnuhøpi, og her verður nógv gjørt fyri bæði bygdafólk og gestir.

 

Á Mølini hava tey bygt 10 spildurnýggj hotelkømur, og her letur nýggj matstova upp tíðliga í summar. 

Skálavík hevur eisini fingið nýtt kampingpláss, sum er góðkent til vetrarlegu, og ætlanin er, at plássið skal útbyggjast. Bygt er upp í undirhúsið, og her eru bæði wc, brúsa og turkitrumla. 

 

Nú tiltakið hjá Visit Faroe Island - Colosed for Maintenance - eru fólk í Sandoynni og arbeiða, og í Skálavík hevur ætlanin verið at gjørt kirkjugøtuna av nýggjum.

Kirkjugøta er í nógvum bygdum, og í Skálavík gongur gøtan frá kirkjuni og niðan í Kirkjugerðið. 

 

Núverandi kirkja er stívliga 130 ára gomul.

 

Linjohn Christiansen, borgarstjóri, sigur, at eitt fólk hjá kommununi fyrireikar arbeiðið og tey, sum koma suður, eru fakfólk, sum hann tekur til. 

Ætlanin er eisini at gera klárt til at seta ljós upp á gøtuni, eins og gøtan ætlandi skal leggjast við oljugrúsi.   

 

- Slíkar gøtur knýta bygdina meira saman og eru frálík høvi sum partur av einum lítlum gongutúri, sigur borgarstjórin.

 

Eitt annað, tey eisini arbeiða við í Skálavík, er at seta upp tveir stórar kikarar. Annar skal setast upp við minnisvarðan úti í bygdini, soleiðis at bussar við ferðafólki kunnu koyra út, og fólk kunnu stytta sær stundir við kikaran eina løtu. 

 

Hin kikarin, sum verður til tey, ið hava hug til ein gongutúr, verður ætlandi settur upp á Skálahøvda.

 

- Vit hugsa mest um, at tilkomin fólk, sum ikki eru so væl gongd, kunnu brúka kikaran við minnisvarðan. Hinvegin verður kikarin á Skálhøvda ætlaður teimum, sum hava hug til gongutúr. 

Kikarin við minnisvarðan úti í bygdini skal setast upp, nú tiltakið hjá Visit Faroe Island er.

 

- Føroya Grótvirki í Skopun hevur gjørt fundament at seta kikaran á, og hesin skal koma upp at standa, áðrenn fólkini hjá Visit Faroe Island fara avstað aftur. 

 

Tað er málið hjá Linjohn Christiansen.

Borgarstjórin vísir á, at útsýnið úr Skálavík og í ein landnyrðing er gott, og her liggur Nólsoyggin mitt fyri - og av Skálhøvda er útsynið sera gott, tí her stendur tú høgt, og Sandoyggin er lág.

 

- Vit gleða okkum eisini til at taka ímóti fleiri gestum í Skálavík, tá triatlon-tiltakið byrjar her hin 18. juni. Í fjør vóru súkklararnir her hin 21. august. Hetta er ein hugnalig løta, har kommunan eisini stuðlar undir, sigur Linjohn Christiansen.

 

##med2##

 

Her er komið kampingpláss, og bygt er upp í undirhúsið. Her eru eisini umstøður til fólk við avbjóðingum.