Kappingin í bestu hondbóltsdeildini hjá kvinnum í Íslandi er tikin uppaftur.
Liðið hjá Natasju Hammer (myndin) og Inga Mariu Roysdóttir, Stjarnan spældi í dag dyst á útivølli móti verandi meistarunum, Vali.
Valur vann greiðan 32-22 sigur. Stjarnan byrjaði væl og var á odda bæði 7-4 og 9-7. Men so fekk Valur gongd á, og í steðginum var heimaliðið á odda 15-10.
Sambært Morgunblaðnum var gongdin í dystinum hendan: 1:2, 2:5, 4:7, 7:9, 11:9, 15:10, 19:14, 21:16, 25:18, 27:20, 32:22.
Natasja stóð seg aftur væl, og gjørdist við sjey málum toppskjútti hjá Stjörnuni. Inga Maria skoraði trý mál, og vóru føroyingarnir sostatt bert eitt mál frá at skjóta helvtina av málunum hjá Stjörnuni.
Komandi leygardag klokkan 12 hevur Stjarnan dyst á heimavølli móti Fram.
Støðan:
| Nr. | Lið: | Dystir | V | J | T | Málmunur | +/- | Stig | |
| 1 | Valur | 10 | 8 | 0 | 2 | 314:246 | 68 | 16 | |
| 2 | ÍBV | 9 | 7 | 0 | 2 | 279:243 | 36 | 14 | |
| 3 | ÍR | 9 | 7 | 0 | 2 | 267:256 | 11 | 14 | |
| 4 | KA/Þór | 9 | 4 | 1 | 4 | 232:244 | -12 | 9 | |
| 5 | Fram | 9 | 4 | 1 | 4 | 275:271 | 4 | 9 | |
| 6 | Haukar | 9 | 3 | 1 | 5 | 236:240 | -4 | 7 | |
| 7 | Selfoss | 9 | 2 | 0 | 7 | 236:285 | -49 | 4 | |
| 8 | Stjarnan | 10 | 0 | 1 | 9 | 252:306 | -54 | 1 |











