Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum í svari til fyrispurning frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni, sum hevur spurt hana í einum grein 52a fyrispurningi um málið.
Helgi Abrahamsen spurdi soleiðis:
1. Kann ein einstakur atkvøðuseðil vera avgerandi fyri, at eitt løgtingsval verður ógildað, eins og hent er við kommunuvalinum í Runavíkar kommunu?
2. Hevði tað borið til í sambandi við eitt løgtingsval at havt umval á bara einum valstaði, hóast øll sum skuldu velja á tí valstaðnum kendu úrslitið av valinum í restini av landinum frammanundan?
Í svarinum vísir Ruth Vang á, at sambært § 44, stk. 1 í løgtingsvallógini skulu klagur um løgtingsval verða umsiting tingsins í hendi innan kl. 10:00 tíggjunda yrkadag eftir valdagin.
– Á fyrsta tingfundi, sambært § 9, stk. 1 í stýrisskipanarlógini, verða m.a. klagur um løgtingsvalið kannaðar, sambært § 3, stk. 2, nr. 2 í tingskipanini. Síðani atkvøður Løgtingið um góðkenning av valbrøvunum og valúrslitinum sambært § 7 í stýrisskipanarlógini, § 44, stk. 2 í løgtingsvallógini og § 4 í tingskipanini, sigur hon.
– Vísandi til, at tað er Løgtingið sum viðgerð klagur í samband við løgtingsval, og sum góðkennir valbrøv og valúrslitið, meti eg ikki, at spurningurin um møgulig úrslit av einari klaguviðgerð um løgtingsval fellur innanfyri málsøkið hjá Fíggjarmálaráðnum.
– Av tí, at eingin yvirskipaður myndugleiki er at viðgera klagur til løgtingsval, ber soleiðis heldur ikki til at samanbera millum kommunuval og løgtingsval hesum viðvíkjandi, sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum í svarinum til Helga Abrahamsen, løgtingsmann.











