Nú ætlanin um eina súkklubreyt við Vesturvarða og Rossagøtuna eftir øllum at døma er slept, verður arbeitt við at finna aðra staðseting.
Borgarstjórin í Havn hevur sagt, at súkklubreytin við Vesturvarða ikki verður gjørd, tí meiriluti ikki longur er fyri henni í býráðnum. Í staðin er uppskot komið um at leggja breytina í Húsahaga.
Ætlanin er send Tummasi Rubeksen, festara í Húsahaga, til hoyringar. Hann hevur nú almannakunngjørt hoyringarsvarið á Facebook.
– Eg taki ikki undir við nýggju staðsetingini av súkklubreytini, skrivar hann.
Eitt av fáu friðarligu økjunum
Tummas Rubeksen vísir á, at undirhagin higartil hevur fingið frið, og at tað hevur stóran týdning fyri bæði seyð og fuglalív.
– Tað er har, seyðurin liggur, tá hann skal hava frið, og tað er har, fuglurin reiðrast, skrivar festarin.
Hann sigur, at fuglalívið minkaði munandi, tá ravnurin kom niðan í økið í sambandi við tyrvingina. Síðan tyrvingin av lívrunnum tilfari varð flutt til Kvívíkar, er ravnurin nærum horvin, og meira lív er komið aftur í hagan.
Sambært festaranum hava ongantíð verið fleiri villgæs, lómar og spógvar í økinum enn nú. Eisini er havhestur farin at halda til í Brúnni, hamrinum oman fyri Villingardalsvegin.
– Hetta er eitt av teimum einastu støðunum í Havn, har náttúran fær frið. Eg vil hava, at tað framhaldandi skal vera soleiðis, skrivar Tummas Rubeksen.
Hann heldur, at virksemi sum motorkross, ATV-koyring, fjallasúkkling og leysir hundar ikki hoyrir heima í økinum.
Vísir á onnur kommunal øki
Festarin avvísir ikki, at ein loysn kann finnast í einum øki, har kommunan longu hevur gjørt stór inntriv.
Hann vísir millum annað á Flatnahaga, sum Tórshavnar kommuna eigur. Har kann kommunan eftir hansara tykki gera gøtur um Bøllureyn, í Havnadali við gamla ruskovnin ella inni í plantasjuni.
Festarin í Húsahaga hevði Flatnahaga sum leigumál í fleiri ár, men segði leigusáttmálan upp, eftir at kommunalt virksemi, rossafjós og vindmyllur høvdu minkað um plássið at virka á.
– Eg síggi onga orsøk til at koma yvir í Húsahaga at taka lendi til eina súkklubreyt, tá kommunan hevur nóg mikið av lendi til slíkt, skrivar hann.
Tummas Rubeksen staðfestir tí, at hann ikki tekur undir við staðsetingini, sum nú er til hoyringar.











