Maria og liðfelagarnir taptu stórt fyri meistarunum

Keypmannahavn var fyri stórtapi í dag

Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Keypmannahavn høvdu sera torføran dyst á útivølli á skránni í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag. 

 

Í Blue Water Dokken høllini í Esbjerg skuldu Maria og liðfelagarnir takast við verandi meistararnir, Team Esbjerg.

 

Esbjerg vann ein greiðan 37-25 sigur. Í steðginum var Esbjerg á odda 21-12. 

 

Maria skoraði trý mál upp á fimm málroyndir. Hon legði eisini upp til eitt mál, og vann liðnum eitt brotskast.

 

Í kvøld klokkan 18 hava Marita Mortensen og liðfelagarnir í Nykøbing-Falster dyst á heimavølli móti Ringkøbing.