Hansina Iversen í Gamla Seglhúsinum.

So er tað í dag at vit bjóða til listaframsýning við listakvinnuni Hansinu Iversen í Gamla Seglhúsinum, Klaksvíksvegur 48.

 

Framsýningin hevur heiti Impromptu.

 

Fernisering verður klokkan 16:00 og kemur Hilmar Høgenni at røða, umframt Guðrið Hansdóttir, sum syrgir fyri tónleikinum.

 

Eisini verður okkurt leskandi og lættari ábit.

 

Opið er til klokkan 18:00 í dag.

 

Hjartaliga vælkomin.

 

##med2##

 

www.gamlaseglhusid.fo