Festivalur
Fólk í hópatali fara at leita sær til Klaksvíkar um vikuskiftið, og tað merkist aftur á gistingarhúsum og summarhúsum.
? Vanliga er turisttíðin mest sum av um hesa tíðina, men soleiðis er ikki í ár. Tað vitja framvegis nakað av ferðafólki í Norðoyggjum, og nú hevur Summar Festivalurin givið okkum úr at gera eisini, sigur Christian Olsen, leiðari á Norðoya Kunningarstovu.
Øll gistingarhúsini í Norðoyggjum verða full av fólki um vikuskiftið, og eisini øll summarhúsini, sum Norðoya Kunningarstova leigar út, eru umbiðin. Christian Olsen sigur, at tað eru fyrst og fremst fólk, sum ætla sær á Summar Festivalin, sum koma til Klaksvíkar um vikuskiftið.
Nógv tjaldingarpláss
Nógv tjaldingarpláss eru í Klaksvík, og har skulu fleiri hundrað tjøld setast upp, áðrenn tey eru full. Tí eru nógv tjaldingarpláss eftir, hóast nógv fólk longu hava umbiðið sær pláss.
Eisini hevur ein rúgva av smábátum biðið sær kaipláss leygarkvøldið, so fólk koma eisini í sínum egna báti til festivalin.
Stóra tiltakið á Summar Festivalinum verður leygardagin, tá ið útikonsert verður á Vágsbøi við millum annað Ken Hensley, Boney M, Hanus G. Johansen, Frændur, Hjarnar, Ólavur Presley and his Dirty Rag Rags og Guðrun Sólju Jacobsen.