Fifa-forsetin Gianni Infantino royndi dagin undan HM-finaluni í juli at fáa leiðsluna í altjóða fótbóltssamgonguni at góðkenna eina umstrídda ætlan um at selja partar av Fifa og HM-kappingini til privatar íleggjarar.
Tað skrivar amerikanska blaðið The New York Times við vísing til tríggjar ónevndar keldur, sum hava kunnleika til fundin.
Sambært blaðnum varð ein loyniligur skundfundur hildin á Waldorf Astoria-hotellinum í New York, har fimm leiðandi embætisfólk í Fifa fingu fram til miðnátt at taka støðu til eina ætlan um at selja 20 prosent av ognarlutinum í Fifa-kappingum til ein bólk av íleggjarum.
Gianni Infantino var sambært blaðnum ikki sjálvur á fundinum.
Flestu av teimum fimm luttakarunum høvdu ongantíð hoyrt um ætlanina, áðrenn fundurin varð hildin.
Trý av teimum góðkendu ætlanina, meðan tvey atkvøddu ímóti.
Sambært The New York Times stuðlaðu aðalskrivarin Mattias Grafström, løgfrøðiligi stjórin Emilio Garcia og starvsstovuleiðarin Dan O'Toole søluætlanini. Rakstrarstjórin Kevin Lamour og fíggjarstjórin Thomas Peyer søgdu nei.
Ætlanin var at selja 20 prosent av Fifa til ein íleggjarabólk undir leiðslu av Joshua Kushner, sum er bróðir Jared Kushner, sum er versonur hjá amerikanska forsetanum Donald Trump.
Harvið hevði ein partur av HM-endaspælinum – sum Fifa hevur rikið og stýrt í 96 ár – komið á privatar hendur.
Sambært blaðnum hevði arbeiðið við ætlanini gingið fyri seg í fleiri mánaðir undir strongum loyndarmáli í samstarvi við íløgufelagið Thrive Eternal hjá Joshua Kushner og bankan JPMorgan Chase. Bert ein lítil bólkur av fótbóltsleiðarum kendi til arbeiðið.
Við meiriluta í leiðsluni fór Infantino víðari við ætlanini. Men tá søluætlanin kom fram í miðlunum, reistust harðar atfinningar úr altjóða fótbóltsheiminum, har nógv søgdu seg ongantíð hava verið tikin við upp á ráð.
Síðani hevur Infantino slept ætlanini, men atfiningarnar eru ikki tagnaðar. Millum annað hevur Evropeiska Fótbóltssamgongan, Uefa, sambært The New York Times mist álitið á Fifa-forsetan.
Kelda: Ritzau / The New York Times











