Fíggjarligt støðufesti við ríkisveitingini og øðrum tænastum

Vit kunnu staðfesta, at verður veitingin úr ríkiskassanum (ríkisveitingin og tænastur, sum verða goldnar beinleiðis úr DK, fyri td. rættarskipan, politi og verju) tikin burtur, so kemur yvir 1 milliard krónur at vanta í hjá Landskassanum árliga - hettar eru fakta tøl.

 

##med2##

 

Síðsta samgonga móttók fleiri milliardir úr Danmark í 4 ár

 

Síðsta samgonga vísti seg í orðum at brenna fyri loysing og sjálvbjargni, tó siga tølini omanfyri at sama samgonga við Tjóðveldi á kassanum hevur móttikið omanfyri 4 milliardir úr danska statskassanum. Umframt hettar kemur SU, goldið úr DK.

 

 

 

Vit vilja Ikki eksperimentera við fíggjaligum ábyrgdarloysi

 

Tað er ikki í ordan at ekspermentera við lagnuni hjá fólkinum, við t.d. at skerja ríkisveitingina ella at fremja óskipaðar yvirtøkur, heldur ikki í góðum tíðum.

 

At skerja ríkisveitingina kann gerast ein vanlukka fyri búskaparliga haldførið.

 

 

 

Vælferðin skal ikki standa fyri hóttafalli av búskaparligum ábyrgdarloysi

 

Um Føroyar skulu av við ríkisveitingina á 641 mió. kr., sum aðrar flokkar ynskja - kosta hvat tað kosta vil - so fær tað búskaparliga haldførið eitt skot fyri bógvin. Slíkur ábyrdarleysur fíggjarpolitikkur gongur út yvir vælferðina hjá Føroya fólki.

 

Sambandsflokkurin fer ikki at spæla hasard við lagnuna hjá føroya fólki við at fremja stórar yvirtøkur og minka um inntøkur landskassans í óðum verki.

 

Vel fíggjarligt støðufesti - vel Sambandsflokkin!

 

Edva Jacobsen

 

valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið