Á facebook vanganum hjá Royndini stendur m.a. soleiðis í dag:
Skótaliðið Royndin fyllir 86 ár í dag
Í 1940 var avgjørt at gera eina ‘Roynd’ at seta skótar á stovn í Vági. Og sigast má, at hendan ‘Royndin’ hevur eydnast væl í heili 86 ár.
Á in.fo hava vit áður lýst upprunan soleiðis:
Í stuttum er søgan, at navnið ‘Skótaliðið Royndin’ kemur av, at Thulesen prestur vildi gera eina roynd at byrja skótar í Vági.
Thulesen kendi til skótarørsluna úr Danmarkk. Tað vóru nakrir ungir dreingir, sum gróvu veitir fyri prest. Hann fortaldi teimum um hetta at verða skóti, og vóru teir sera áhugaðir at gera eina roynd við hesum.
-
Skótaliðið Royndin er enn virkið og skipar fyri, tá ymisk tiltøk eru í Vági, t.d. á grækarismessu og á flaggdegi.










