Hæddarpunktini á Vinnudegnum 2022, sum er í Norðurlandahúsinum í dag, eru løturnar, tá Vinnuátakið 2022 og Ársins Virki 2022 verða kosin.
Fyri løtu síðan er avdúkað, hvat Vinnuátakið 2022 er filmsrøðin TROM.
Eftir at Vinnuátakið nú er avdúkað, er ein lítil steðgur.
Klokkan 14.40 verður kjak undir heitinum "Frá Vakstrarforum til veruleika", og her verða tað umboð úr politisku flokkunum, sum fara at røða um evnið.
Nýggj vinnusjónarmið verður á skránni klokkan 16.45, har Føroya Arbeiðsgevarafelag fer at hava framløgu.
Og klokkan 17.05 verður so størsta løtan, tá Ársins Virki 2022 verður avdúkað.
##med2##