Nærum 600 skúlabørn úr fleiri skúlum í Eysturoynni og Tórshavnar kommunu hava í hesum døgum sæð hin Oscar-tilnevndi animatiónsfilmin Úlvafólk.
Tað serstaka við sýningini er, at filmurin varð ljóðsettur við føroyskari talu samstundis, sum filmurin spældi. Filmurin er kensluborin, dramatiskur og hugtakandi, so har var bæði látur, spenningur og onkur feldi eitt tár.
Føroyska Maria M. Forná, ið býr í Irlandi er ein av fleiri, sum hava animerað Úlvafólk.
Durita Dal Andreassen leikstjórnaði ljóðsetingina og leikarnir vóru Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð, Gunnvá Zachariasen, Hjálmar Dam, Marita S. Dalsgaard. Skúlasýningarnir eru ein partur av Barnafilmsfestivalinum.
Úlvafólk verður sýndur eina seinastu ferð fríggjadagin 17. januar . Talan er um eina almenna sýning í Norðurlandshúsinum. Fleiri filmar verða vístir um vikuskifti og skráin finst á www.bff.fo, skrivar Filmshúsið í tíðindaskrivi.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##