Fimm danir eru nú liðugt koppsettir

Í dag eru fyrst danirnir liðugt koppsettir móti korona.

Nú hava fimm danir fingið seinnu sproytuna við koppsetingini móti koronu. Harvið eru teir liðugt koppsettir. Seinna sproytan við koppsetingini hevur tó ikki fullan virknað fyrr enn eina viku eftir, at man hevur fingið hana.

Tilsamans 2,78 prosent av dønum hava nú fingið fyrru koppsetingina móti koronu vísa tølini hjá Statens Serum Institut.

Í Danmark fór man undir at koppseta móti korona tann 27. desembur, tá ið búfólk á ellis- og røktarheimum fingu fyrstu sproytuna við koppsetingini hjá Pfizer og BioNTech.

Í dag eru tað sostatt 20 dagar síðani fyrstu koppsetingina í Danmark. Tá ið farið var í gongd við at koppseta, bleiv lagt upp til, at seinna sproytan skuldi gevast umleið tríggjar vikur eftir tí fyrr. Men hetta tíðarbilið er nú blivið størri. Fyrst í hesum mánaðinum broyttu donsku heilsumyndugleikarnir tað til, at man í seinasta lagi seks vikur eftir fyrru sproytuna skuldi hava tí seinnu.