Fimm útbúgvingar aftur í gongd

Oljuverkrføði, elektroverkfrøði, telduverkfrøði, jarðalisfrøði (geofysikk) og lívfrøði. Hesar fimm útbúgvingarnar standa aftur føroyingum í boði at lesa eftir ein steðg, og í hesum sambandi var hósdagin opið hús á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, har verkætlanir og úrslit hjá næmingum vórðu sýnd fram

Sum Fróðskaparsetrið hevur boðað frá í fjølmiðlunum seinastu dagarnar, verða útbúgvingarmøguleikarnir nú víðkaðir til næsta skúlaár eftir summarfrítíðina. Við tað at tikið verður upp til útbúgvingar annaðhvørt ár, hevur steðgur verið í, men einasta føroyska universitetið bjóðar nú aftur fimm útbúgvingar, sum hava ligið í dvala. Tær eru oljuverkrføði, elektroverkfrøði, telduverkfrøði, jarðalisfrøði (geofysikk) og lívfrøði. Nakrar av útbúgvingunum eru ikki nýggjar í Føroyum, meðan t.d. oljufrøði er ein nýggj útbúgving í føroyskum høpi. Talan er um bachelor útbúgvingar á 3 1/2 ár, og mótvegis undanfarnu árum hevur Fróðskaparsetur Føroya nýggjar upptøkur til allar útbúgvingar annaðhvørt ár.
Av Setrinum verður upplýst, at eftir bachelorútbúgvingina ber til at halda fram við master lestri (MSc) á útlendskum universitetum. Dømir um lond, har bachelorar hava valt at lesa víðari, eru Bretland, USA, Danmark, Noreg og Svøríki.
Bachelorútbúgvingarnar geva starvsførleikar innan fleiri vinnugreinar, m.a. fiskivinnu, frálandsvinnu, KT-vinnu, fjarskifti ella í fyrsitingarstørvum, sum krevja holla vitan innan náttúruvísindi, umhvørvi, tøkni og verkfrøði.

Næmingar sýndu fram
Í sambandi við hesar broytingar var hósdagin opið hús í Nóatúni á Náttúruvísindadeildini á Setrinum, og vórðu verkætlanir og úrslit hjá næmingum sýnd fram fyri gestum við plakatum, teksti og myndum. Eisini vóru nógv arbeiðstól og mikroskop at síggja, sum universitetslesandi á Setrinum arbeiða við, og Hans Pauli Joensen á Náttúrvísindadeildini greiðir frá, at arbeiðið hjá næmingunum er í tøttum samstarvi við vinnuna.
- Fleiri av útbúgvingunum eru ógvuliga áhugevardar fyri vinnuna, og vit hava upplivað, at nøkur verkætlanarúrslit hjá næmingum hava verið nýtt í vinnuni, greiðir Hans Pauli Joensen av Náttúruvísindadeildini frá. Dømi um úrslit og íkast, næmingar av Setrinum hava verið fyri vinnuna, er radiostýrd fóðurskipan í alivinnuni, tól at máta iltinnihald í smolti o.a. Áhugin í vinnulívinum tykist tó vera størstur fyri nýggju KT-útbúgvingini, sum fór í gongd á sumri í 2002, og í næstum kunnu 14 føroyskir næmingar kalla seg bachelorar í kunningartøkni. Hans Pauli Joensen upplýsir, at KT-útbúgvingin aftur verður bjóðað út í 2005.

Fyrilestrar
Í samband við tiltakið hósdagin vórðu tríggjar almennar framløgur frá fólki í vinnuni, sum greiddu frá tørvi og møguleikum hjá næmingum á arbeiðsmarknaðinum eftir lokna útbúgving. Guðrið Andorsdóttir viðgjørdi tørvin á útbúnum fólki í fiskivinnuni, Jóhannes Steingrund tosaði um verkfrøði í privatu vinnuni, og Sigurð í Jákupsstovu upplýsti um tørvin á útbúnum fólki í oljuvinnuni.
Fróðskaparsetrið fer at lýsa eftir næmingum til nýggju útbúgvingarnar um mánaðarskifti apríl-mai, og vónað verður sjálvsagt, at eftirspurningurin verður stórur. Umframt áðurnevndu KT-útbúgving tykist lívfrøði sambært Hans Paula Joensen hava stóran áhuga.

Skerdar játtanir
Tað kann tykjast løgið fyri fleiri, at Fróðskaparsetrið yvirhøvur er ført fyri hesum, nú flestu játtanir á ársins fíggjarlógaruppskotið eru skerdar ? eisini til universitet okkara.
- Tað er avgjørt ikki orsakað av størri fíggjarligum rásarúmi, at vit aftur kunnu fara í holt við áðurnevndu útbúgvingar. Í stórum pørtum av ymsu útbúgvingunum verður undirvísingin felags og næmingarnir saman, og á henda hátt spara vit nógv, sigur Hans Pauli Joensen. Eins og næmingar á søgu- og samfelagsdeildin eru í sama báti fyrsta partin av útbúgvingini, fáa næmingarnir í hesum fimm útbúgvingunum somu undirvísing fyrstu tíðina, so útreiðsluvøksturin ikki er kostnaðurin á fimm útbúgvingum fleiri.