Fimm ungir føroyskir telvarar við í NM

Talv: Seks føroyskir telvarar vera við í árligu NM-talvkappingini

Talvsamband Føroya hevur úttikið seks telvarar at umboða Føroyar í árligu NM-talvkappingini, sum verður hildin í døgunum frá 6. til 9. januar, á Gausdal Høifjellshotell í Noregi, har stórar talvkappingar javnan verða hildnar.

Ferðalagið fer úr Føroyum týsdagin 5. januar ? í dag ? og verður ætlandi aftur í Føroyum sunnudagin 10. januar.

Kappingin er í 6 umførum. Hvørt umfar varir í mesta lagi fimm tímar, og tað merkir, at hvør telvari hevur tveir tímar til fyrstu 40 leikirnar, og síðani hálvan tíma til restina av talvinum.

Telvarnir í kappingini eru 2 teir bestu telvarnir í hvørjum aldursbólki úr hvørjum av teimum 6 norðurlondunum.

Føroysku luttakarnir eru tó seks í tali, og supplerar vertslandið teir seks írestandi luttakarnir.

Føroysku telvarnir eru hesir:

Bólkur A (17-20 ár)

Carl Eli N. Samuelsen (HT) og Ingolf Gaard (KTF).

Bólkur B (15-16 ár)

Hans Kristian Simonsen (KT).

Bólkur C (13-14 ár)

Martin Poulsen (HT) og Eyðálvur Johannesen (KT).

Bólkur D (11-12 ár)

Olaf Berg (HT).

Í yngsta bólkinum (bólki E), hava føroyingar ongan luttakara.