Finaludagarnir ásettir

Tað er nevnliga dagurin, sum Hondbóltssambandið hevur ásett sum dagurin, tá ein møgulig triðja finala verður spæld hjá ávíkavist kvinnum og monnum.

 

Hjá kvinnum spæla Stjørnan og Tjaldur FM-finalur, og verður fyrsta uppgerðin spæld í Runavík tann 8. apríl. 11. apríl verður spælt í Klaksvík, og stendur tá á jøvnum, verður ein triðja finala spæld í Klaksvík tann 13. apríl.

Hjá monnum verður fyrsti finaludysturin í Vestmanna tann 9. apríl. Næsta finalan verður í Hoyvík tann 11. apríl, og verður neyðugt við einum triðja dysti, verður hesin í Vestmanna tann 13. apríl.

 

Í fyrsta lagi verða tvær finalur spældar. Stendur á jøvnum í stigum millum liðini, verður eisini ein triðja finala spæld. Tað merkir, at endar onnur av teimum báðum fyrru finalunum við javnleiki, verður ein triðja finala ikki spæld.