Fingu ein lúsing afturat

Men hesin lúsingurin er ikki so stórur, sum hann hevur verið og tað taka tey sum eitt gott tekin

 

Sambandaflokkurin, og samgongan sum heild, fáa aftur ein dyggan lúsing.

Tað er úrslitið í eini veljarakanning, Gallup gjørdi fyri Sambandsflokkin.

Kanningin er gjørd um mánaðarskiftið januar og februar og hon kom fram á landsfundinum hjá flokkinum í gjár.

 

Eins og veljarakanningin, Fynd gjørdi fyri Sosialin í síðstu viku, gevur veljarakanningin hjá Sambandsflokkinum, og samgonguni sum heild, ein dyggan lúsing.

 

Men hóast veljarakanningin gevur Sambandsflokkinum stóra afturgongd, heftir Kaj Leo Holm Johannesen, floksformaður, seg við, at hendan veljarakanningin er frægari fyri flokkin, enn tær undanfarni veljarakanningarnar hava verið.

 

Hann heldur, at tað er eitt gott tekin, at afturgongdin í hesari veljarakanningini, er minni enn í øðrum kanningum og tað tekur hann sum eina ábending um, at flokkurin er á rættari kós.

 - Hinvegin bendir kanningin á, at á nøkrum økjum eigur flokkurin at tillaga kósina, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður floksins.

 

Og hann sigur, at takið í valstríðnum uppundir løgtingsvalið seinni í ár, verður at sannføra veljaranum um sosial-liberalu kósina hjá flokkinum.

 

- Henda veljarakanningin gevur okkum øllum hug at stríðast víðari fyri, at Sambandsflokkurin aftur vinnur løgtingsvalið, og fólkatingsvalið, sum eisini verður í ár, sigur formaður Sambandsfloksins.

 

Í hesari veljarakanningini, er skrædlið hjá Sambandsflokkinum størst, tí hann gongur 5,5 prosentstig aftur, men skrædlið hjá Fólkaflokkinum er heldur minni, nevniliga ein afturgongd á 4,6 prosentstig.

Tilsamans ganga Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin 10,1 prosentstig aftur, og teir missa tríggjar tingsessir. Fólkaflokkurin tveir og Sambandsflokkurin ein.

 

Eisini í veljarakanningini, Gallup hevur gjørt fyri Sambandsflokkin, gongur Javnaðarflokkurin nógv fram. Flokkurin fær 26,9 prosent av atvkøðunum og 9 tingsessir, tríggjar fleiri, enn flokkurin fekk á valinum seinast.

 

Sjálvstýrisflokkurin er undir sperrumarkinum við 2,4 prosentum av atkvøðunum og fær tí ongan tingsess. Tjóðveldi fær 20,4 prosent, sum er 2,1 prosent meira enn á valinum, og tað gevur flokkinum eina framgongd við einum tingsessi til 7 tingsessir.

Miðflokkurin og Framsókn standa so at siga í stað og varðveita sínar tveir tingsessir.

 

Kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Sambandsflokkin, er gjørd ein mánað áðrenn kanningina, sum Fynd gjørdi fyri Sosialin og tann kanningin gevur Sambandsflokkinum eina størri afturgongd og tveir tingsessir færri enn hann hevur nú..

 

Samgongan í dag hevur 20 tingsessir aftan fyri seg. Sambært kannignini hjá Sambandsflokkinum missir samgongan fimm tingsessir. Sambært nýggjaru kanningini hjá Fynd missir samgongan seks tingsessir.