Fingu grønt ljós fyri at fara aftur í býin – men tað var stak friðarligt

Løgreglan hevur havt lítið og einki at gera í nát

Fyrst í hesum mánaðinum gjørdi koronu so nógv um seg her á landi, at løgreglan mælti til, at skeinkistøð lótu aftur fyri at forða fyri smittuspjaðing. Tað tilmælið vóru tað nøkur skeinkistøð, sum hildu, men fleiri hildu tað ikki, men løgreglan sigur, at tað var eitt tilmæli, sum fólk annars, sóu út til at halda, tí tað var avbera lítið fólk í býnum.

 

Men nú meta myndugleikarnir, at tað er so gott tamarhald aftur á støðuni, at hetta vikuskiftið varð mett, at skeinkistøðini kundu lata upp aftur. Tó boðaði landslæknin frá í gjár, tvey fólk vórðu smittað við koronu, uttan at tey vistu, hvar tey vóru smittað.

 

Løgreglan sigur í morgun, at tað var heilt fitt av fólki í býnum í nátt, men at tey hvurvu nokk so knappliga aftur, so tá ið tað var ligið eitt sindur út, var lítið og einki av fólki at síggja. Tey siga eisini, at tað hevur verið stak friðarligt,so tey hava ikki havt nógv at gera.