Oktober og november eru neyvan teir mánaðirnir á árinum, tá føroyskir spælarar helst vilja venja og dríva á við fótbóltinum. Men tað hava teir verið noyddir at gjørt, ið spæla við U21-landsliðnum, tí á skránni síðstu vikurnar hava verið tríggjar venjingar og ein venjingardystur – eftir at øll onnur eru givin við fótbóltinum!
Tí mundi tað av sonnum kennast sum løn fyri stríðið, tá dysturin á Daugava-leikvøllinum í Riga endaði við einum sensationellum sigri til Føroyar, sum í september á heimavølli mátti lúta 1-3 fyri Lettlandi, men hesa ferð fekk hevnt tapið við einum 1-0 sigri.
Tað gjørdi tað ikki verri, at talan var um ein fult uppibornan sigur, tí hóast dysturin var javnur og bylgjaði aftur og fram, so høvdu Føroyar minst líka nógvar góðar málmøguleikar sum Lettland, og haraftrat hevði føroyska liðið alla tíðina tamarhald á – og tordi til fulnar at spæla allar 90 minuttirnar.
Jóan Pauli Dahl Jakobsen var í málinum, og frá høgru til vinstru mannaðu Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Dánjal Davidsen og Pól Jóhannus Justinussen verjuna. Á ávikavist høgra og vinstra vongi vóru Jóan Símun Edmundsson og Rógvi Poulsen, og mitt á miðjuni Róaldur Jacobsen og Kristoffur Jakobsen. Framman fyri teir var Christian Restorff Mouritsen og einsamallur í álopinum Øssur Dalbúð.
Broyttu taktikkin
Undan dystinum var greitt, at tveir av bestu spælarunum, tá Lettland vitjaði í Gundadali í september, Edgars Gauracs og Artjoms Rudnevs, ikki vóru við, men venjararnir vistu sum var, at lettar eiga nógvar aðrar góðar spælarar, so tí var uppleggið, at spælast skuldi, sum um hesir báðir vóru við.
Men so skjótt sum tað vísti seg, at Lettland avgjørt var til at tosa við, broyttist føroyska spælið. Bakkarnir báðir, Jóhan og Pól Jóhannus, vóru øgiliga álopskendir og komu ofta framvið, samstundis sum Kristoffur Jakobsen tá datt eitt sindur longur aftur at hjálpa verjuni, skuldi brúk blivið fyri tí.
Vøllurin var slitin og ikki góður, og tí brúktu lettar nógvar langar sendingar, ið ongantíð góvu føroysku verjuni stórvegis høvuðbrýggj. Annar framherjin, Daniils Turkovs, var rangstaddur í heilum, og Ritvars Rugins, sum í fyrra dystinum spældi vinstri vongur, var heldur ikki nøkur serlig hóttan.
Í fyrra hálvleiki kom serliga tann hartarbeiðandi Øssur Dalbúð til tveir góðar kjansir. Fyrst tíðliga í dystinum, tá hann smekkaði til eftir jørð úr 20 metrum, men beint við síðuna av. Og síðani stutt fyri hálvleik, tá upplegg í vinstru skifti yvir í høgru, haðani Øssur dróg inn í vøllin og við góðum skoti noyddi lettiska málverjan út í fulla longd.
Kundi verið meira
Í hálvleikssteðginum vóru allir nøgdir við fyrstu 45 minuttirnar, men semja var um, at meira skuldi leggjast fyri í seinna hálvleiki, og serliga ráddi um at gera skjótari av, tá trýst skuldi leggjast á lettarnar, sum longu langt afturi á egnari hálvu fingu føroyingarnar ímóti sær.
Hetta vístu seg at vera hyggjuráð, tí hálvantíggjunda minutt inn í seinna hálvleik kom sigursmálið, ið tryggjaði U21-manningini trý stig av tí slagnum, liðið nokk ikki hevði kannað sær frammanundan.
Øssur fekk bóltin í høgru síðu, har hann nú spældi vongur, samstundis sum Jóan Símun var farin fram í álopið. Øssur rak fram til hornaflaggið við bóltinum og hælaði hann síðani aftur til Jóhan, sum kom framvið. Jóhan gjørdi skjótt av og smekkaði innfyri, har Jóan Símun á brotssparksblettinum fekk sett høvdið á og skallað bóltin í málið til 1-0.
Lettarnir vóru sum slignir á nevið og føroyingar garrvillir, og tað tók eina løtu, áðrenn feiringin av málinum var liðug. Men tað, sum kanska hevði uppaftur meira at siga, var at liðið ikki gavst at spæla, júst sum frammanundan, hóast tað nú hevði vunnið sær leiðsluna.
Burtur úr hesum spurdust fleiri møguleikar aftrat, harav innskifti Finnur Justinussen kanska hevði tann størsta, men skjeyt við síðuna av. Eisini Øssur, Rógvi og Jóan Símun høvdu sínar møguleikar, men fleiri mál komu ikki.
Armarnar niður
Eftir at walisiski dómarin hevði brísklað av, var frøin stór, og einki er at siga til tað. Lettland er ein sterk tjóð í hesum høpi, so tí var hetta vorðið sum fongur at fáa. Men uppaftur stuttligari, tí talan var um ein væl uppibornan arbeiðssigur, har føroyingarnir á ongan hátt stóðu aftan fyri lettarnar.
Somuleiðis undirstrikar sigurin, at U21-landsliðið meinar tað í álvara, og A-landsliðsvenjarin, Brian Kerr, sum taldist millum áskoðararnar, mundi fegnast yvir at síggja framtíðina hjá føroyskum fótbólti spretta beint fyri eygum hansara. Ikki tí, hann sá eisini dystin, tá U21-landsliðið í juni mánaði fletti russisku bjørnina í Gundadali…
Venjararnir báðir, Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen, hava enn eina ferð prógvað, at teir væl og virðiliga standa mát. Bæði tá tað kemur til taktikkin, men eisini til evnini at finna røttu spælararnar til røttu plássini.
Í hesi EM-undankappingini hava Føroyar nú sjey stig, sum eru fingið við sigrum á Russlandi og nú Lettlandi, umframt við javnleiki á heimavølli ímóti Moldova. Leygardagin klokkan 14, føroyska tíð, stendur Andorra á skránni, og tá eru Føroyar altso favorittar, tí Andorra, sum er botnproppur í bólkinum, hevur higartil hvørki fingið mál ella stig í sínum seks dystum í hesi kappingini.
Størsta uppgávan hjá Heðini og Bill verður nú at fáa armarnar niður á øllum, so spælararnir fara á vøllin á Estadi Comunal í Andorra La Vella við sama hugburði, sum teir gjørdu tað í Riga í gjár. Nú er ikki at peika ov høgt við nøsini, men at taka uppgávuna í størsta álvara, so Føroyar ikki tá enda í somu støðu, sum Lettland gjørdi í gjár!
----------
FAKTA um dystin
EM-undankapping 2009/2010 fyri U21-landslið
Lettland-Føroyar 0-1 (0-0)
0-1: Jóan Símun Edmundsson, 55.
Daugava-leikvøllurin, Riga, mikudagin 18. november 2009 klokkan 12.00
Føroyar: Jóan Pauli Dahl Jakobsen – Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Holm, Dánjal Davidsen, Pól Jóhannus Justinussen – Jóan Símun Edmundsson, Róaldur Jacobsen (Hallur Hansson, 76.), Kristoffur Jakobsen, Rógvi Poulsen (Jóhan Ellingsgaard, 92.) – Christian Restorff Mouritsen – Øssur Dalbúð (Finnur Justinussen, 79.)
Á bonkinum: Hans Jørgensen, Bogi Løkin, Pætur Jørgensen, Karl Løkin
Gult kort: Jóan Símun Edmundsson, 74.
Venjarar: Heðin Askham & Bill McLeod Jacobsen
Lettland: Kaspars Ikstens – Vadims Gailus, Toms Mezs, Jevgenijs Kazura, Antons Kurakins – Vladimirs Kamess, Igors Tarasovs, Aleksandrs Gramovics, Antons Kurakins – Daniils Turkovs, Ritvars Rugins
Á bonkinum: Jevgenijs Sazonovs, Deniss Petrenko, Stanislavs Pihockis, Ivans Sputajs, Eduards Visnakovs, Romans Bespalovs, Aleksejs Kuplovs-Oginskis
Venjari: Mihails Zemlinskis
Dómari: Ceri Richards, Wales
Hjálpardómarar: Philip Thomas & Gareth Ayres, Wales
Fjórði dómari: Darren Adie, Wales
UEFA-umboðsmaður: George Courtney, Ongland
UEFA-dómaraeygleiðari: Yury Dupanau, Hvítarussland