- Fingu teir at spæla soleiðis, vit vildu

Tað var ein væl nøgdur B36-venjari, Mikkjal Thomassen, ið vit fingu orðið á beint eftir 0-0-javnleikin ímóti Linfield.

- Eg eri væl nøgdur við at dysturin útformaði seg soleiðis, sum vit væntaðu. Vit hava nýtt ógvuliga nógva fyrireikingartíð upp á at fáa teir at spæla soleiðis, sum vit vildu. Og tað riggaði – tað, at teir spældu upp á innlegg. Meinhardt (Joensen, red.) hevði eina góða brotssparksbjarging eftir eitt brotsspark, sum eg ikki haldi var brotsspark, og so hevði hann nógv góð inntriv í feltinum. Saman um tikið var hetta eitt disciplinerað avrik, har vit vísa teimum aftur so at siga allan dystin, sigur ein væl nøgdur Mikkjal Thomassen eftir dystin.
Nú fer Mikkjal saman við restini av hópinum at fyrireika seg upp á returdystin í Gundadali komandi týsdag. Hann væntar ikki, at teir neyðturviliga fara at leggja meiri fyri í álopspartinum fyri at avgera dystin.
- Nei, helst ikki. Vit fara at hyggja at dystinum og síðani finna út av, hvar vit skulu leggja trýst á teir. Vit skulu hava eitt meiri mál enn teir, og so eru vit víðari. Ein brotssparkskapping er fyri so vítt eisini í lagi. Vit fingu javnleik í Belfast, og so kunnu vit sanniliga eisini vinna á heimavølli, sigur B36-venjarin at enda.