Í Hósvík gekk tað í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum soleiðis, sum tað gekk í Klaksvík fyri tveimum vikum síðani.
Fípan Fagra úr Klaksvík vann, og Blikur av Argjum var næstfremstur. Á norðoyastevnu var tað bara millum hesar báðar bátarnar, at kappingin um fremsta plássið stóð, og soleiðis var tað aftur í dag. Hesa ferð minkaði munurin niður í eitt hálvt sekund, meðan hann á norðoyastevnu var eitt sekund meiri.
Fípan legði seg framum beinanvegin, og eina løtu var munurin tað mesta av einari bátslongd. Men so munaði tað meiri hjá teimum umborð á Bliki, og fram ímóti málinum var tað sera spennandi.