Kappróðurin á jóansøku í Vági er av. Í morgun sóu veðurlíkindini ivasom út, men tað eydnaðist heilt væl at rógva og kapppast. Lotið var frískt, men tað var turt, og sólin sá viðhvørt, og vindurin var ongantíð so mikil, at tað argaði.
5-mannaførini við kvinnum setti punktum, og aftur í dag var tað eingin ivi. Fípan Fagra úr Klaksvík vísti seg at vera í flokki fyri seg sjálva, hóast Tjaldrið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ í startspurtinum royndi at bjóða av.
Fípan Fagra vísti sera sannførandi róðrarlag, og tá ið fremsti báturin fór um málið, vóru tað einar tríggjar bátslongdir aftur til Tjaldrið, sum aftur var fleiri bátslongdir frammanfyri Sílið.
Í FM kappingini er Fípan Fagra stórfavorittur. Fípan hevur fult stigatal, 21 stig, og Tjaldrið, sum allar tríggjar ferðirnar er endað næstfyrst, hevur 18 stig.
Tað eru tvær vikur, til tað aftur verður FM kappróður. Leygardagin 4. juli verður FM kappróður á fjarðastevnu, sum í ár verður í Vestmanna.
| 1 | Fípan Fagra (KRF) | 05:56.04 | +00.00 | 7 | ||
| 2 | Tjaldrið (NSÍ) | 06:01.06 | +05.04 | 6 | ||
| 3 | Sílið (HR) | 06:08.36 | +12.64 | 5 | ||
| 4 | Leikalind (TIND) | 06:13.22 | +17.36 | 4 | ||
| 5 | Teistin (AR) | 06:23.04 | +27.00 | 3 | ||
| 6 | Falkur (HVR) | 06:44.23 | +48.38 | 2 |
| 1 | Fípan Fagra (KRF) | 3 | 21 | ||
| 2 | Tjaldrið (NSÍ) | 3 | 18 | ||
| 3 | Sílið (HR) | 3 | 15 | ||
| 4 | Teistin (AR) | 3 | 11 | ||
| 5 | Leikalind (TIND) | 3 | 10 | ||
| 6 | Falkur (HVR) | 2 | 4 |
rsf.fo











