Tingkvinna spyr um seks­u­al­und­ir­vís­ing­ina á mið­námi

– Góð seksualundirvísing kann m.a. ávirka, at seksuelli debutaldurin hækkar, sigur tingkvinna.

Mynd gjørd við vitlíki

Bárður á Lakjuni skal svara trimum spurningum um seksualundirvísing á Miðnámi.

Tað er tingkvinnan hjá Javnaðarflokkinum, Bjørt Lind, sum hevur sett landsstýrismanninum ein grein 52a fyrispurning um seksualundirvísing á miðnámi.

Hon spyr soleiðis:

1. Hvussu nógvar tímar í seksualundirvísing um árið fáa ung á miðnámi frá Gigni, síðani nýggja skipanin varð sett í verk í 2024?

2. Hvørjir miðnamsskúlar hava fingið seksualundirvísing frá Gigni hesi síðstu tvey árini, og hvussu nógvir næmingar hava verið fevndir av undirvísingini?

3. Er ætlanina at eftirmeta skipanina við seksualundirvísingini á miðnámi, og nær kann ein slík eftirmeting væntast?

Bjørt Lind vísir á, at í 2024 tók táverandi landsstýrismaður avgerð um, at øll ung á miðnámi skulu fáa seksalundirvísing.

– Í fyrstu syftu skuldu 1. árs næmingar raðfestast. Gigni fekk ábyrgdina av uppávuni, og játtanin til stovnin varð økt við 500.000 kr. til at fremja átakið. Hetta svarar til umleið tvey hálvtíðarstørv, sigur hon.

– Nú fer triðja skúlaárið í gongd, síðani skipanin varð sett í verk. Seksualundirvísing handlar um alt frá kroppi til kenslur, sex og samtykki, mørk og fyribyrging. Góð seksualundirvísing kann m.a. ávirka, at seksuelli debutaldurin hækkar, at ung eru betri at nýta fyribyrging, og at ung eru betur før fyri at seta mørk og spyrja um samtykki, sigur Bjørt Lind.

Hon vísir á, at í Danmark varð í 2023 ásett við lóg, at seksualundirvísing skal vera partur av undirvísingini á øllum miðnámsskúlum.

– Í Føroyum er eingin samsvarandi lógaráseting galdandi fyri miðnámsskúlarnar. Tí er viðkomandi at fáa greiðu á, hvussu nógv undirvísing er framd, hvussu nógv ung eru fevnd av skipanini, og hvørjar ætlanir eru um at eftirmeta arbeiðið, sigur Bjørt Lind.

 

Mynd gjørd við vitlíki