Fiskaprísurin heldur sær

Toskur og hýsa høvdu hampiliga góðan prís á uppboðssøluni í morgun.

Toskur og hýsa høvdu hampiliga góðan prís á uppboðssøluni í morgun. Mynd: Hans Joensen, Hans í Líðini, róptur.

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 51,5 tons av fiski fyri góðar 814.500 krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 15,81 krónur fyri kilo.

Tá havt verður í huga, at meginparturin av fiskinum á uppboðssøluni var toskur og hýsa, er hetta ein hampiliga góður miðalprísur.

Umleið 20 tons vóru av toski, mest av toski 3 og 4, sum fingu miðalprísin 17,92 og 14,11 krónur fyri kilo. Toskur 1 og 2 fingu miðalprísin 21,55 og 20,62.

Umleið 21,5 tons vóru av hýsu, mest av hýsu 2 og 3, sum fingu miðalprísin 16,15 og 16,56 krónur fyri kilo. Sløk trý tons vóru av hýsu 1, og her var miðalprísurin 17,90.

Nøkur fá tons vóru av brosmu, og her var miðalprísurin 7,30 krónur fyri kilo.